Munurin millum rættingarnar hjá "Trygd"

Content deleted Content added
Svensson1 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Teitur33 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
Jump to search
'''Trygd''' ella '''Trygd P/F''' er elsta og næststørsta skaðatryggingarfelag í [[Føroyar|Føroyum]]. Trygd varð stovnað í [[1932]] og teknaði tryggingar fram til [[1940]], tá ið kunngerð kom í gildi, sum forðaði Trygd fyri at tekna nýggjar tryggingar. Tryggingarnar hjá Trygd vórðu eftir hetta umsitnar av [[Tryggingarfelagið Føroyar|Tryggingarsambandi Føroya]]. Einkarrætturin innan tryggingarøkið var tikin úr gildi í [[1997]]. Í [[februar]] [[1998]] fór Trygd aftur undir at tekna tryggingar í [[Føroyar|Føroyum]], sum varð endurreist av [[BankNordik]] (ið tá æt Føroya Banki). [[BankNordik]] eigur framvegis partapeningin í Trygd. Trygd teknar flest allar vanligar skaðatryggingar, tó ikki trygging til størri skip. Stjóri í Trygd er [[Jean Djurhuus]].
 
Trygd er eitt nútímans tryggingarfelag undir BankNordik samtakinum. Trygd varð stovnað  í 1932 og er harvið elsta tryggingarfelag í landinum. Í 54 ár kundi Trygd tó ikki selja tryggingar, tí einkarrættur var á føroyska tryggingarmarknaðinum frá 1943 til 1. januar 1997, tá hann varð tikin av.
 
Tá einkarrætturin varð tikin av, setti Føroya Banki nýggjan pening í felagið, og 2. februar 1998 fór Trygd aftur undir at selja tryggingar; í fyrstu atløgu familju- og sethúsatryggingar. Síðani er útboðið av tryggingum alsamt víðkað, og í dag bjóðar Trygd flestallar skaðatryggingar til privat viðskiftafólk og til føroyska vinnulívið.
 
Stjóri í Trygd er Janus Thomsen og nevndarforkvinna er Turið Finnbogadóttir Arge.
 
== Útvortis slóð ==