Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
Stavseting eftir málráðnum
No edit summary
Linja 39:
[[Mynd:Thule_carta_marina_Olaus_Magnus.jpg|thumb|left|230px|[[Thule]].]]
[[Mynd:Faroe_stamp_494_Djurhuus_poems_-_grimur_kamban.jpg|thumb|right|200px|[[Grímur Kamban]] var fyrsti maður, ið setti búgv í Føroyum.]]
Tá ið ístíðirnar vóru av um ár 12 000-10 000 f. Kr., komu Føroyar undan ísinum, men enn lógu tær óbygdar í nógv túsund ár. Sjálvt eisini eftir at fólk um 4 000 f.Kr. búsettust í [[Orknoyggjar|Orknoyum]] og [[Hetland]]i. Eftir at ísurin var horvin, kom gróðurin umsíðir, borin av [[hav]]streymum og vindi, og líðir og dalar vallaðust. Rannsóknir av jóansøkugrasfræi kundu bent á búseting í Føroyum longu um 2300 f. Kr., m. a. í [[Hoydalar|Hoydølum]]. [[Jóansøkugras]] er planta, ið fylgir menniskjum og [[dýr]]um. [[Pytheas úr Massalia]] gjørdi umleið 310 f. Kr. rannsóknarferð út í [[Atlantshav|Norðuratlantshavið]]. Hann kom til [[Stóra Bretland|Bretlands]], haðan sigldi hann í seks dagar norðureftir og síðani eystureftir og kom til land, ið hann nevndi ''[[Thule]]''. Semja er ikki um, hvat land hetta var, gitt hevur verið [[Orknoyar]], [[Hetland]], Føroyar og [[Noreg]].
 
[[Írland|Írski]] munkurin [[Dicuil]] skrivar í 825 bókina ''Liber de mensura orbis terrae'' ([[Føroyskt mál|føroyskt]]: "Bók um mát jarðarkringsins"), har oyggjar, ið helst eru Føroyar, verða nevndar. At døma eftir fjarstøðu og landafrøðiligu lýsingini mugu hesar oyggjar vera Føroyar. Hann sigur, at [[Noreg|norskir]] ránsmenn nú hava rikið einbúgvarnir burtur. [[Grímur Kamban]] er fyrsti landnámsmaður umleið 825. 998 taka føroyingar við [[Kristindómur|kristnari]] trúgv, men tað er politiskt og átrúnaðarligt stríð millum [[Sigmundur Brestisson|Sigmundar Brestissonar]] og [[Tróndur í Gøtu|Tróndar í Gøtu]]. Tróndur í Gøtu stendur á odda fyri mótstøðuni móti trúarskiftinum.
Linja 62:
Tann [[Jólafundurin|tjóðskaparligi fundurin]] í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til, at [[Føringafelag]] verður stovnað. Fundurin samtykti m.a., at virkast skuldi fyri:
 
* Atat [[Kristindómur|kristniundirvísingin]] skuldi vera á før.;
* Atat [[Føroyskt mál|føroyskt]] skuldi verða fak í skúlanum.;
* Atat undirvísast skuldi í føroyskari [[Søga|søgu]].;
* Atat loyvt skuldi verða at prædika á før.;
* Atat stovnseta føroyskan háskúla.
 
At fremja hesi endamál varð [[Føroyingafelag]] stovnað ein mánað seinni. Í 1890 fór Føroyingafelag undir blaðútgávu. “Føroyingatíðindi” var fyrsta blað, ið varð skrivað á [[Føroyskt mál|føroyskum]]. [[Jóannes Patursson]] og [[Rasmus Effersøe]] stóðu á odda fyri nýggju føroysku tjóðskaparrørsluni.
Linja 78:
Í 1957 verður [[Útvarp Føroya]] stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðingafiskimark í 1964. [[Fróðskaparsetur Føroya]] verður sett á stovn í 1965.
 
Føroyar fáa umboð í [[Norðurlandaráðið|Norðurlandaráðnum]] í 1970, og í 1974 er løgtingssamtykt um, at Føroyar ikki gerast limur í [[ES|E. E. C]].
 
Fyrsta føroyska frímerkjaútgávan [[Postverk Føroya|Postverks Føroya]] er 1. apríl 1976. Árið fyri hevði danska postverkið útgivið frímerki við føroyskum teksti.
Linja 182:
Kommunalu samstørvini um eldraøki eru hesi:<ref>[http://www.amr.fo/arbeidsoki/eldri/eldraokid-til-kommunurnar/ amr.fo - Eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita 1. januar 2015]</ref>
 
*Kommunurnar í Norðoyggjum - Norðoyar Bú- og Heimatænasta
*Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur - Økistænastan hjá Skálafjarðarsam-starvinum
*Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna - Heimatænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
*Sørvágs og Vága kommunur - Heimatænastan í Vágum
*Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur - Heimatænastan í VEKS
*Kommunurnar í Sandoynni og Skúvoy - Økistænastan í Sandoyar Sýslu
*Kommunurnar í Suðuroynni - Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
*Tórshavnar kommuna - Heilsu- og umsorganartænastan
 
Føroyar er skipað í 30 [[Kommunur í Føroyum|kommunur]], og fyri hvørja kommunu stendur eitt kommunustýri, sum verður valt av fólkinum. Kommunur taka sær av lokalum málum, tó at býtið millum land og kommunur ikki altíð er so greitt. Viðvíkjandi grundlóg og ríkisrættarligum viðurskiftum eru viðurskiftini í Føroyum ógreið. [[Danmark|Danska]] grundlógin er ongantíð sett í gildi við fólkaatkvøðu ella samtykt í Løgtinginum. Men hon verður útinnt av dómsvaldinum og øðrum myndugleikum. Tó er heimastýrislógin uttan iva partur av stjórnarlógargrundarlagnum í Føroyum.
Linja 380:
[[Oyggj]]arnar eru úr basalti, gosgróti, ið síðan fornu eldgosini er grivið burtur av jøklum í seinastu ístíð. Hesir jøklarnir eru nú firðir, sund og dalar, og orsøk til, at Føroyar eru tað oyggjasamfelagið, sum vit kenna í dag. Av tí, at Føroyar eru skaptar soleiðis, at ísurin lættliga kundi renna burtur, rennur vatn eisini lættliga burtur. Sum oftast er hetta ikki ein trupulleiki, tí nógv regn er í Føroyum. Men tað kemur fyri, at einki regn er í fleiri mánaðir.
 
Føroyar hava oyggjaveðurlag við ógvuliga skiftandi veðri. Bert stutt løta kann vera millum sólskin og regn, logn og storm. Sólskin, regn og mjørki hvørt um annað. Í Føroyum mást tú altið laga teg eftir veðrinum. [[Sjógvur]]in frystir ongantíð. Miðalhitin um veturin er umleið 3&nbsp;°C (37&nbsp;°F) og um summarið umleið 11&nbsp;°C (51&nbsp;°F). Veturin er lýggjur; ofta við regni, vindi og við hvørt nakað av kava og kulda, sum ikki liggur serliga leingi. Summarið er ljóst - á hásumri nærum alt samdøgrið. Hitin liggur ofta um 10 - 12&nbsp;°C (50-53&nbsp;°F), men onkrar dagar krýpur hann upp í 20&nbsp;°C (68&nbsp;°F). Hóast landið er lítið, er ikki altíð sama veður allastaðni í landinum.
 
Oyggjarnar úr landnorðingi eru: [[Fugloy]], [[Svínoy]], [[Viðoy]], [[Borðoy]], [[Kunoy]], [[Kalsoy]], [[Eysturoy]], [[Streymoy]], [[Nólsoy]], [[Vágar]], [[Mykines]], [[Koltur]], [[Hestur]], [[Sandoy]], [[Skúvoy]], [[Stóra Dímun]], [[Lítla Dímun]] og [[Suðuroy]].
Linja 426:
At vit kunnu hava so høgt livistøði í Føroyum, við einum vøruúrvali átøkt tí í ríku grannalondunum, ber bara til, tí at vit afturímóti eru før fyri at útflyta fyri stór virði av fiskavørum. Samfelagsbúskaparliga ber til at siga, at fyri alt hetta stóra vøruframboðið er goldið við fiski. Føroyar hava spesialiserað seg til at framleiða fiskavørur, sum onnur lond vilja gjalda so nógv fyri, at vit afturímóti kunnu innflyta vørur, sum hóska til okkara høga livistøði.
 
Handilsjavnin er úrslitið av endaliga roknskapinum, uttanlandshandlinum viðvíkjandi. Tá árið er runnið, verður handilsjavnin gjørdur upp sum munurin millum inntøkurnar frá útflutningi av vørum og útreiðslunum av innflutningi av vørum. Síðani 1988 hava verið 5 ár við halli á handilsjavnanum, 11 ár við avlopi og 3 ár, har handilin so at siga hevur javnviga. Ofta - hóast ikki altíð - er–er tað so, at tá framgongd er í búskapinum, verður hall á handilsjavnanum, tí innflutningurin til íløgur og nýtslu veksur, meðan tað hinvegin ofta er avlop av handilinum í vánaligum tíðum, tí at keypsorkan er lág og íløguhugurin minni. Minkar útflutningurin av serligum ávum sum fiskaloysi, prísfalli ella tí fiskaalingin fer fyri bakka, kann tað sjálvsagt eisini elva til hall av uttanlandshandlinum.
 
==== Keypara- og seljaralond ====
Linja 494:
=== Handilssáttmálar ===
[[Mynd:World_Trade_Organization_negotiations.svg|thumb|left|250px|Føroyar eru ikki sjálvstøðugur limur í Heimshandilsfelagsskapinum [[Heimshandilsfelagsskapurin|WTO]], men eru partur av danska limaskapinum.]]
Síðani 1945, og serliga síðani fyrst í [[1970-árini|1970-árunum]], er millumtjóða handil vaksin nógv. Ein avleiðing av hesum er búskaparliga altjóðagerðin, sum hevur viðført handilsliga frælsisgerð millum lond. Sum avleiðing av samráðingum í GATT og síðan 1995 í [[Heimshandilsfelagsskapurin|Heimshandilsfelagsskapinum]] er altjóða handil vorðin alsamt meira opin. Hetta hevur millum annað havt við sær, at tollur er lækkaður, og at aðrar handilsforðingar eru beindar burtur. Føroyar eru til dømis limir í heilsufrøðiliga økinum í ES og gjørdust í 2005 partur av alevropiska miðjarhavsøkinum um samsavnan av uppruna (EMFTA, ''Euro-Mediterranean Free Trade Area''). Føroyar hava síðan 1. januar 1995 verið fevndar av danska limaskapinum í [[Heimshandilsfelagsskapurin|WTO]]. Sostatt eru altjóða ásetingar, sum eru gjørdar í hesum felagsskapi, eisini galdandi fyri Føroyar.
 
Føroyar hava í løtuni fríhandilssáttmálar við [[Evropasamveldið]] og [[EFTA]]-londini [[Noreg]], [[Ísland]] og [[Sveis]] – hetta eru fýra sáttmálar við tilsamans 28 lond. Umframt hetta er [[Most favoured nation-reglan|MFN-sáttmáli]] við [[Russland]] komin í gildi í 2006. Hetta er ikki ein handilssátmáli, men ein sáttmáli sambært ''Most Favoured Nation''-meginregluni í WTO, sum sigur, at allar sømdir, eitt land veitir einum øðrum, skulu galda fyri øll WTO-lond. Føroyar kunnu sostatt ongantíð fáa verri sømdir enn nakað annað land, ið hevur handilssamband við Russland. Í roynd og veru merkir hetta, at tollurin á fleiri vørum er farin í helvt. Føroyar hava áður havt handilssáttmálar við [[Finnland]], [[Svøríki]], [[Pólland]] og [[Estland]], sum allir fullu burtur, tá hesi fýra londini gjørdust limir í ES. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland knýtti WTO-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um [[Most favoured nation-reglan|Most Favoured Nation Treatment]]. Sáttmálin kom gildið í 2006.
Linja 503:
=== Djóralívið ===
[[Mynd:Papageitaucher,_Färöer_(2009)_(1).jpg|thumb|right|250px|Í Føroyum eru gott 550 000 pør av føroyskum [[Lundi|lundum]]; lundi er alt árið í Føroyum.]]
Ríkt djóralív er í Føroyum. Nógvur [[seyður]] og nógvur [[fuglur]], har uppií [[lundar]] og eisini [[Tjaldur|tjøldur]], sum er tjóðarfuglur landsins. Í havinum eru ein ørgrynna av [[Fiskur|fiskasløgum]], kópum, krabbum, rækjum, og [[Hvalur|hvalum]], m.a. [[bóghvítuhvalur]], grindahvalur og [[augustur]]. Hendinga [[Høgguslokkar|høgguslokkur]] sæst eisini. Seyðurin er tann mest eyðsýndi parturin av djóralívinum í haganum. Samstundis hevur hann eisini so mikið stóra ávirkan á vøksturin, at hann setur dám á skordýra- og fuglalívið. Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum (. Músin, sum livir í Føroyum er vestanmúsin (''Mus domesticus'')) <ref>http://setur.fo/uploads/tx_userpubrep/A_molecular_characterization_of_the_charismatic_Faroe_house_mouse.pdf</ref>. Rottan, sum livir í Føroyum er brúna rottan (''Rattus norvegicus''), hon er at finna um alt landið, og verður eisini kallað ferðarottan. Viðvíkjandi flogmús, so hava seinastu árini flogmýs verið at sæð í Føroyum. Um tað fara at nørast her, vita vit ikki enn. [[Hara]]n, sum vit kenna í Føroyum er [[Snjóharan|norðurevropeiska snjóharan]] (L. timidus). Hon hevur gjøgnum tíðirnar broytt lit, frá at vera snjóhvít, til at vera meiri grá. Eisini skiftir hon lit eftir árstíðunum. Haran verður veidd um veturin frá 2. nov til 31. des.
 
Um 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Fuglabjørgini og lundalondini eru fuglaríkastu partarnir av náttúruni, og bjørgini verða øll roknað sum "''Important Bird Area''" ("Týdningarmikil fuglaøki") sambært BirdLife International. Økið við [[Sandsvatn]], [[Gróthúsvatn]] og Søltuvík er einasta økið, sum ikki er fuglaberg, men sum verður roknað sum "''Important Bird Area''". Vit vita ikki neyvt, hvussu nógv djórasløg eru á landi í Føroyum. Ein samanteljing vísti yvir 1000 sløg av [[skordýr]]um í 2010, og harafturat kemur ein hópur av ryggleysum djórum, sum til dømis ormar, maðkar, [[sniglar]] o.tíl. Helst eru tað eisini nógv sløg, sum ikki eru skrásett enn. Um tað er orsakað av alheimsupphitingini ella ikki, so kunnu granskarar vátta, at djóralívið í Føroyum er broytt seinastu 10-20 árini. Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg.
 
=== Plantuvøkstur ===
[[Mynd:Arktische_Weide_(Salix_arctica)_5766.JPG|thumb|right|250px|Í Føroyum veksur [[arktiskur pílur]] í homrum har seyður ikki sleppur til, [[Norðoyar|norðatil]] í landinum.]]
Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248&nbsp;428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Til samanberingar kann sigast, at talið av hægri plantum í [[Norra]] er okkurt uml. 2&nbsp;000 meðan tað í [[Danmark]] er 4&nbsp;000. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m, verður vøksturin berligari við sløgum, sum sum eru eyðkend fyri láglendið á tí [[arktis]]ka økinum. [[Urtapílur]] (''Salix herbaceae''), aksgrógvin bløðkuurt (''Bistorta vivipara'') og grámosi (''Racomitrium lanuginosum'') eru ráðandi sløgini.
 
Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru vanligur heiðalyngur (''Calluna vulgaris''), tvíkynjaður berjalyngur (''Empetrum hermaphroditum''), aðalbláber (''Vaccinium myrtillus''), sjáldnari eisini føroyskur klokkulyngur (''Erica cinerea'') og heiðabláber (''Vaccinium uliginosum''). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú børkumura (''Potentilla erecta''), fagurligt pirikum (Hypericum pulcrum) og smá silkibond (''Polygala serphylla''). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum. Á skuggasíðum er einki heiðalendi. Oman fyri 200 m minkar útbreiðslan av berjalyngi og bláberjagróðri so smátt eisini, til o.u. 400 m oman fyri sjóvarmálan; tá hvørva hesi sløgini eisini.
 
== Myndasavn ==