Munurin millum rættingarnar hjá "Knút Háberg Eysturstein"

Content deleted Content added
Linja 5:
 
Í 2006 var Knút tangentleikari á tveimum fløguútgávum. [[Gestir]] góvu út fløguna ''Burtur frá Toftunum'' og spældu í Føroyum, Danmark og Íslandi. Marius góvu út fløguna ''The Sky Is Our Home'' og spældu í Føroyum og Íslandi. Í mai 2008 fór Knút í Lundgaard Studios, DK at taka upp til næstu plátuna. Við honum vóru Bogi á Lakjuni (gittar, produktión), [[Jens L. Thomsen]] (bass, upptøka, ljóðbland) og [[Høgni Lisberg]] (trummur). Úrslitið gjørdist ''The Desert Holds A Flower'', ið kom út á Plátufelagnum [[Tutl]] í 2009.
Í 2011 fór Knút undir sína triðju solo útgávu, hesuferð við [[Jens L. Thomsen]] sum framleiðara. Plátan var tikin upp í stovuni í gomlu húsunum hjá Knút og systrini, har omman og abbin plagdu at búgva, og ljóðblandið var gjørt í Studio Stökumörk. Plátan fekk heitið ''On High'' og var útgivin í juli 2013. Í juni 2014 kom fyrsta plátan hjá [[Tuxedo Rebels]], ið er tvíbólkurin hjá Knúti og [[Petur Pólson|Peturi Pólsyni]].
 
Á vári 2015 gjørdist Knút tangentleikari í bólkinum hjá [[Konni Kass]] (sang, saksofon). Hinir tónleikararnir eru Per I. Højgaard Petersen (trummur) og Torleik Mortensen (bass). Bólkurin gav debutplátuna ''Haphe'' út í november 2016. Í samband við útgávuna fór bólkurin á konsertferðir í Føroyum og Evropa. Á vári 2016 stovnaðu Benjamin Petersen (sang, gittar), Knút H. Eysturstein (gittar, tangentar), Torleik Mortensen (bass) og Per I. Højgaard Petersen (trummur) black/doom bólkin [[Svartmálm]], ið vann Wacken Metal Battle Føroyar 2016. Svartmálm spældi á Wacken Festivalinum í Týsklandi í 2016 og á Spot Festival í 2017. Svartmálm útgav debut plátuna "Svartmálm" á plátufelagnum Tutl í februar 2018. [[Konni Kass]] og bólkurin eru í løtuni í holt við upptøkurnar til næstu plátuna við [[Jens L. Thomsen]] sum framleiðara.