Munurin millum rættingarnar hjá "Aruba"

Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Updating leaders
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 10:
| fullveldi = Onki
| løgmaður_heitið = Guvernørur
|løgmaður= [[FredisAlfonso RefunjolBoekhoudt]]
| forseti_heitið = Forsætisráðharri
| forseti = [[Mike EmanWillem-Alexander]]
| vídd = 178.91
| vatn = 0 %
Linja 26:
| viðmerkingar =
|}}
 
'''Aruba''' er ein [[Niðurlond|niðurlendsk]] oyggj beint úti fyri strondina í [[Venesuela]]. Aruba er ein av [[ABC-oyggjarnar|ABC-oyggjunum]], ið eru í [[Karibiska Havið|Karibiska havinum]]. Oyggin er 179 km<sup>2</sup> til støddar og liggur bara 27 km frá [[Suðuramerika|suðuramerikanska]] meginlandinum í Venesuela. Høvuðstaðurin eitur Oranjestad. Í januar 2000 var fólkatalið í Aruba 90,506; í januar 2013 var tað vaksið til 109,153 <ref> http://www.cbs.aw/index.php/products/publications/161-publications/population-society/population-society/census-2010/220-census2010results-aa1</ref>. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almennu málini í Aruba eru tvey, niðurlendskt og papiamento <ref> http://books.google.com/books?id=4SMLb6hKv4YC&lpg=PT276</ref>. Upprunafólkið í Aruba eru indiánar. [[Tann rómversk-katólska kirkjan]] er størsti trúarbólkur í Aruba; umleið 81 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2013 <ref> https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/aa.html</ref>.


 
Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Aruba; ferðavinnan hevur stóran týdning í Aruba í 2013. Tølini hjá CIA World Factbook vísa, at ferðavinnan stendur fyri umleið 1/3 av samlaða [[BTÚ]] í 2013 <ref> https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/aa.html</ref>. Hóast landið er lítið dregur tað nógv ferðandi á hvørjum ári. Hetta kemst helst av, at veðurlagið í Aruba er serstakliga lokkandi, har eru strendur so langt eygað røkkur. Størsta menningin og mesta virksemið er eisini fram við strendurnar. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Flestu ferðafólkini eru úr [[USA]]. 


 
Oyggin er millum annað nevnd í sanginum Cocomo hjá [[Beach Boys]]. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum.
 
== Kelduávísingar ==