Munurin millum rættingarnar hjá "Knút Háberg Eysturstein"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 2:
 
== Lívsleið innan tónleik ==
Knút gjørdi av fyrstan tíð vart við seg sum gittarleikari í bólkinum Marigold (1999-2003), ið spratt úr [[Grót]] umhvørvinum. Síðani 2004 hevur Knút verið virkin í soloverkætlan í egnum navni, umframt at hann leikar tangentar í ymiskum bólkum og verkætlanum sum Konni Kass, Svartmálm, Silvurdrongur, Sakaris, Hogni, Anders Riis v.fl. Í 2003 gjørdist bólkurin [[Gestir]] vinnari av [[Prix Føroyar]]. Árið eftir kom fyrsta solofløgan hjá Knúti; ''Havsglóð'', ið var framleidd av [[Allan Tausen]] og Knúti. Í 2005 gav Petur Pólson út debutfløguna ''Koma''. Frá 2006-2009 var Knút vertur í tónleikasendingini Rokkstovan. [[Rasmus Rasmussen, tónleikari|Rasmus Rasmussen]], sáli, var upprunaliga vertur. Knút hevur diskað síðani 2006. Sum diskari var hann partur av átakinum [[Undirbeat]] frá 2007-2010. Í dag er hann fastur fúsur í Sirkus í Vágsbotni undir heitinum übernörd.
 
Í 2006 var Knút tangentleikari á tveimum fløguútgávum. [[Gestir]] góvu út fløguna ''Burtur frá Toftunum'', ið fekk góð ummæli úti sum heima, og bólkurin spældi konsertir Í Føroyum, Danmark og Íslandi. Marius góvu út fløguna ''The Sky Is Our Home'', og bólkurin spældi í Føroyum og Íslandi. Í mai 2008 fór Knút í upptøkuhøli (Lundgaard Studios, DK) at taka upp til næstu plátuna. Við honum vóru Bogi á Lakjuni (gittar, produktión), [[Jens L. Thomsen]] (bass, upptøka, ljóðbland) og [[Høgni Lisberg]] (trummur). Úrslitið gjørdist ''The Desert Holds A Flower'', ið kom út á Plátufelagnum [[Tutl]].