Munurin millum rættingarnar hjá "Barnarættindasáttmálin hjá ST"

Content deleted Content added
nakad viktigt
nu bleiv betri
Linja 10:
* Grein 2: Sáttmálalondini skulu virða og tryggja rættindi, ásett í hesum sáttmála, fyri øll børn innan fyri sítt rættardømi, uttan at gera mismun og uttan at taka atlit at ættarslagi, húðaliti, kyni, máli, trúgv, politiskari ella aðari áskoðan, tjóðskaparligum, etniskum ella sosialum uppruna, fíggjarviðurskiftum, brekum, føðing ella aðrari støðu. Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug stig fyri at tryggja, at barnið er vart móti øllum mismuni ella revsing vegna støðu, virki, almannakunngjørdum áskoðanum ella trúgv hjá foreldrum, verjum ella familju.
 
* Grein 3: Í øllum viðurskiftum viðvíkjandi børnum, líka mikið um hesi viðurskifti verða avgjørd av almennum ella privatum stovnum fyri sosialari vælferð, dómstólum, fyrisitingarmyndugleikum ella lóggevandi valdum, skal barnsins tørvur koma í fyrstu røð. aron er bestSáttmálalondiniSáttmálalondini átaka sær at tryggja barninum ta verju og ta umsorgan, ið er neyðug fyri trivnað barnsins, tá atlit verða tikin at teimum rættindum og skyldum, ið eru galdandi fyri foreldur, verja ella onnur, ið hava løgfrøðiliga ábyrgd av barninum, og skulu, við hesum í huga, taka øll neyðug atlit, bæði viðvíkjandi lóggávu og fyrisiting. Sáttmálalondini skulu tryggja, at stovnar og tænastur, ið hava ábyrgd av umsorgan ella verju av børnum, skulu vera í samsvari við tey støði, ið eru ásett av málførum myndugleikum, serliga við atliti at trygd, heilsu, hóskandi tal av egnaðum starvsfólkum og serkønari umsjón.
 
* Grein 4: Sáttmálalondini skulu taka øll neyðug lóggávustig, eins og fyrisitingarlig stig og onnur stig, til tess at tryggja tey rættindi, ið eru viðurkend í hesum sáttmála. Tá talan er um fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi skulu sáttmálalondini taka slík stig í størst møguligan mun innan fyri tað tilfeingið, ið er til taks, og har tað er neyðugt, innan fyri karmarnar av altjóða samstarvi.