Munurin millum rættingarnar hjá "Knút Háberg Eysturstein"

Content deleted Content added
Linja 2:
 
== Lívsleið innan tónleik ==
Knút gjørdi av fyrstan tíð vart við seg sum gittarleikari í bólkinum Marigold (1999-2003), ið spratt úr [[Grót]] umhvørvinum. Síðani 2004 hevur Knút verið virkin í soloverkætlan í egnum navni, umframt at hann leikar tangentar í ymiskum bólkum og verkætlanum. Í 2003 gjørdist bólkurin [[Gestir]] vinnari av [[Prix Føroyar]]. Árið eftir kom fyrsta solofløgan hjá Knúti; ''Havsglóð'', ið var framleidd av [[Allan Tausen]] og Knúti. Í 2005 gav Petur Pólson út debutfløguna ''Koma''. Sama ár gjørdist bólkurin [[Marius]] vinnari í fyrstu føroysku tjóðarfinaluni í [[Global Battle of The Bands]]. Frá 2006-2009 var Knút vertur í tónleikasendingini Rokkstovan. [[Rasmus Rasmussen, tónleikari|Rasmus Rasmussen]], sáli, var upprunaliga vertur. Knút hevur diskað síðani 2006. Sum diskari var hann partur av átakinum [[Undirbeat]] frá 2007-2010. Í dag er hann fastur fúsur í Sirkus í Vágsbotni undir heitinum übernörd.
 
Í 2006 var Knút tangentleikari á tveimum fløguútgávum. [[Gestir]] góvu út fløguna ''Burtur frá Toftunum'', ið fekk góð ummæli úti sum heima, og bólkurin spældi konsertir Í Føroyum, Danmark og Íslandi. Marius góvu út fløguna ''The Sky Is Our Home'', og bólkurin spældi í Føroyum og Íslandi. Í mai 2008 fór Knút í upptøkuhøli (Lundgaard Studios, DK) at taka upp til næstu plátuna. Við honum vóru Bogi á Lakjuni (gittar, produktión), [[Jens L. Thomsen]] (bass, upptøka, ljóðbland) og [[Høgni Lisberg]] (trummur). Úrslitið gjørdist ''The Desert Holds A Flower'', ið erkom til taks á LP og fløguút á Plátufelagnum [[Tutl]].
 
Í februar 2011 fór Knút undir sína triðju solo útgávu, hesuferð við [[Jens L. Thomsen]] sum framleiðara. Plátan var tikin upp í stovuni í gomlu húsunum hjá Knút og systrini, har omman og abbin plagdu at búgva, og ljóðblandið var gjørt í februar 2012 í Studio Stökumörk. Plátan fekk heitið ''On High'' og var útgivin í juli 2013 sum sameind LP, fløga og download. Í juni 2014 kom fyrsta plátan hjá [[Tuxedo Rebels]], ið er tvíbólkurin hjá Knúti og [[Petur Pólson|Peturi Pólsyni]]. Petur og Knút hava skrivað sangirnar saman, og Knút er fyri fyrstu ferð framleiðari. Í august 2014 kom fyrsta plátan hjá tvíbólkinum AVE, ið er mannaður av [[Petur Pólson|Peturi Pólsyni]] og [[Benjamin Petersen]]. Knút leikar tangentar á útgávuni. Í september 2014 kom sætta útgávan hjá [[Høgni Lisberg|Høgna Lisberg]], ''Call For a Revolution'', ið Knút eisini leikar tangentar á.
 
Á vári 2015 gjørdist Knút tangentleikari í bólkinum hjá songkvinnuni og sangskrivaranum [[Konni Kass]]. Hinir tónleikararnir eru Per I. Højgaard Petersen (trummur) og Torleik Mortensen (bass). Bólkurin gav debutplátuna ''Haphe'' út í november 2016. Í samband við útgávuna fór bólkurin á konsertferðir í Føroyum, Danmark og Týsklandi. Á vári 2016 stovnaðu Benjamin Petersen (sang, gittar), Knút H. Eysturstein (gittar, tangentar), Torleik Mortensen (bass) og Per I. Højgaard Petersen (trummur) black metal/doom bólkin [[Svartmálm]], ið vann Wacken Metal Battle Føroyar 2016. Svartmálm spældi á Wacken Festivalinum í Týsklandi í august 2016 og á Spot Festival í Aarhus í 2017. Í februar 2017 fór bólkurin í Studio Bloch at innspæla debutplátu. Í november 2017 fór Konni Kass við bólki undir upptøkurnar til næstu plátuna.
 
== Útgávur ==