Munurin millum rættingarnar hjá "Frakland"

Content deleted Content added
s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá Paul.schrepfer
Merki: Rollback
Benadikt (kjak | íkøst)
Linja 70:
Frakland er størsta landið í [[Evropa|Vesturevropa]]. Norðureftir og eystureftir hevur Frakland langt mark ímóti bæði [[Belgia]], [[Týskland]]i, [[Italia]], [[Sveis]] og [[Luksemburg]]. [[Andorra]], [[Spania]] og [[Miðjarðarhav]] eru sunnanfyri, og vestanfyri er markið Ermarsund og [[Atlantshav]].
 
Í landinum eru víðar, grønar fløtur og litfargir smáir og stórir býir og bygdir um alt landið. Tær vøkru, nógvu borgirnar minna um ta spennandi og longu søguna. Í Norðurfraklandi er veðurlagið bæði vátligt og kaldligt. Syðri, fram við Miðjarðarhavi, er heitari og nógv turrari. Um summarið kemur hitin í Suðurfraklandi ofta upp um 25 °C (77 °[[Fahrenheit|F]]). Í býunum skugga trøini fyri sólini, og gosvøtn køla luftina. Høgar brekkur eru fram við strondini, og í dølunum eru umstøðurnar góðar til landbúnað. Inni í landinum er nógv fjallalendi, [[Miðfjøll]]ini, har útkólnað gosfjøll síggjast har og her. Eystanfyri eru [[Alpurnar]] við hægsta fjallinum í Evropa, [[Mont Blanc]], og á markinum ímóti Spania eru Pyrineafjøll.
 
Frakland eigur eisini Miðjarðarhavsoynna [[Korsika]] umframt nakrar oyggjar í [[Kyrrahav]]i og í [[Karibia]].