Munurin millum rættingarnar hjá "Rasmus Christoffer Effersøe"

Content deleted Content added
feilir
feil
 
Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''Rasmus Christoffer Effersøe''' (føddur í [[Trongisvágur|Trongisvági]] 30. mai 1857, deyður 23. mars 20161916 í [[Tórshavn]]) var agronomur, politikari, yrkjari, og var við til at seta [[Jólafundurin 1888|Jólafundin]] í 1888. Blaðstjóri á [[Føringatíðindi|Føringatíðindum]], [[Dúgvan (tíðindablað)|Dúgvuni]] og [[Dimmalætting]]. Hann las búnaðarfrøði í bæði [[Danmark]] og [[Svøríki]] og starvaðist sum landbúnaðarráðgevi. Hann var ein av teimum níggju monnunum, ið kallaðu inn til Jólafundin í 1888, fundin, ið setti gongd á tjóðskaparrørsluna. Saman við [[Jóannes Patursson|Jóannesi Paturssyni]] verður hann roknaður sum drívmegin í hesum arbeiðnum. Hann var við til at stovna Føringafelag í januar 1889 og var fyrsti blaðstjóri á Føringatíðindum (1890-1906), ið var fyrsta blaðið skrivað á [[Føroyskt mál|føroyskum]] og málgagn hjá tjóðskaparrørsluni. Frá 1897 til 1901 sat hann í [[Føroya Løgting]]i. Hann var eisini blaðstjóri á Dúgvuni (1894-1928), ið var málgagn hjá fráhaldsrørsluni og skrivað á donskum máli. Eisini var hann eitt skifti blaðstjóri á [[Dimmalætting]]. Umframt blaðskriving skrivaði hann eisini sjónleikir (og leikti sjálvur) og yrkingar.
 
Á [[Ólavsøka|Ólavsøku]] í 1933 var standmyndin av Rasmusi Christofferi Effersøe avdúkað á vøllinum uttan fyri tinghúsið.