Munurin millum rættingarnar hjá "Fiskiørn"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Pandion haliaetus}}
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Linja 15:
}}
 
'''Fiskiørn''' ella '''gjóður''' (frøðiheiti - ''Pandion haliaetus'') hevur ikki vanligt tilhaldsstað í [[Føroyar|Føroyum]], men er stundum sædd her á landi. Millum annað í [[apríl]] mánaðamánaði [[2008]] helt ein fiskiørn til á [[Hálsvøtnum]] á [[Sandoy]]nni.<ref>Grein um fiskiørn sædd á [[Hálsvøtnum]] á [[Sandoy]]nni; [http://www.portal.fo/index.php?lg=49356 www.Portal.fo]</ref> Fiskiørnin hoyrir til bólkin av rovfuglum, men livir næstan 100% av fiski. FiskaørninFiskiørnin er nógv minni enn [[havørn]] og [[ørn|landørn]]. Omaná er hon dimmbrún, í neðra hvít; føturnir eru gráir. Hon sæst um allan heim, heldur seg mest við vøtn og stórar áir, men eisini úti við [[Sjógvur|sjógv]]. Hon livir av [[Fiskur|fiski]]. Seigliga flýgur hon, einar 10 favnar yvir vatninum, steðgar nú og tá at skimast. Fuglum ger hon aldri nakað, og teir liggja líka tryggir, um teir síggja hana uppi yvir sær. So fær hon eyga á ein fisk, og í stundini stoytir hon sær niður, ofta so hart, at hon fer heilt undir kav, men vatn rínur ikki við hana. Skjótt kemur hon upp aftur, aloftast við fiski í klónum. Ofta baksar hon leingi, áðrenn hon sleppur á flog; ja, tað hendir, af fiskurin vinnur og dregur hana undir kav, so hon kódnar — klørnar krøkir hon so fast í, at hon fær tær ikki úr í bræði, og mangar ferðir hava menn veitt fisk við ørnaklóm í rygginum. — Í [[Føroyum]] sæst hon sjaldansjáldan; minst tvær ferðir er hon tó skotin.<ref>[[Mikkjal á Ryggi]]: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.</ref>
 
== Keldur ==