Munurin millum rættingarnar hjá "Evropa"

Content deleted Content added
KristinXD (kjak | íkøst)
s Kristin Was Here XD
s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá 201.116.231.6
Merki: Rollback
Linja 1:
[[Mynd:LocationEurope.png|thumb|250px|Heimskort. Evropa er merkt við grønum.]]
'''Evropa''' verður vanliga roknað sum ein av teimum sjey heimspørtunum á [[Jørðin|jørðini]]; men í hesum føri er meir ein spurningur um menniskjaligar/politiskar heldur enn jarðfrøðisligar orsøkir til tess, tí semja er ikki til fulnar um, hvar markið gongur hjá Evropa, sum í meginlandahøpi meir er at rokna sum ein stór hálvoyggj vestantil í [[Evrasia]]. Evropa er næstminsta meginlandið í heiminum, tað fyllir umleið 10 390 000 [[ferkilometrar]] ella 2 % av flatu [[Jørðin|jarðar]]. Einasta meginlandið, sum er minni, er [[Kyrrahavsoyggjarnar|Oseania]]. Tá talan er um fólkatal, er Evropa triðstørst (Í [[Asia|Ásia]] og [[Afrika]] búgva fleiri fólk). Í Evropa búgva fleiri enn 712 000 000 fólk (t.e. umleið 11 % av fólkunum í heiminum. Norðan fyri Europa er [[Arktiska Havið]], vestanfyri [[Atlantshav|Atlantshavið]] og sunnanfyri er [[Miðjarðarhav|Miðjarðarhavið]] og sambært siðbundnari jarðfrøðisligari definitión [[Kaukasus|Kaukasusfjøllini]]. Eystureftir er tó heldur verri at seta markið, men [[Søga|søguliga]] verða [[Uralfjøll]]ini og [[Kaspiska havið]] roknað sum markið millum [[Ásia]] og Evropa. Kristin Was Here XD
 
Búskaparliga kunnu vit enn býta Evropa í tvey. [[Vesturevropa]] við nógvum ógvuliga ríkum londum, t.d. [[Týskland]]i, [[Sveis]] og [[Frakland]]i. Í [[Eysturevropa]] harafturímóti, ið var [[Kommunisma|kommunistiskt]] til fyrst í 1990-árunum, eru londini nógv fátækari, t.d. [[Pólland]], [[Ungarn]] og [[Rumenia]]. Tey stríðast við at menna búskapin, so at tey kunnu gerast kappingarfør á heimsmarknaðinum. Vælferðin og lutfalsliga støðugu politisku viðurskiftini í Evropa hava drigið mangar tilflytarar til heimspartin, flestu teirra úr gomlu hjálondunum. Hetta hevur havt við sær, at í mestsum øllum londum, helst í Vesturevropa, búgva nú stórir tjóðarminnilutar. Í Fraklandi t.d. hava norðurafrikanarar úr [[Algeria]] og øðrum gomlum hjálondum búsett seg í stórbýum, t.d. [[Marseilles]] og [[París]]. Í 1957 gingu fimm lond saman og stovnaðu Europeiska Búskaparliga Felagsmarknaðin (EEC). Tey hildu, at neyvt búskparligt samstarv fór at avmarkað vandan fyri kríggi ímillum limalondini og at skapa vælferð í Evropa. Seinni komu fleiri onnur lond uppí, og nú eitur felagsskapurin [[Evropasamveldið]] (ES). 15 lond eru limir, og umframt búskaparliga samstarvið verður nú virkað fyri at gera [[ES]] til politiskt samveldi.