Munurin millum rættingarnar hjá "Streymoy"

Content deleted Content added
KristinXD (kjak | íkøst)
No edit summary
s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá 212.55.52.53
Merki: Rollback
 
Linja 11:
}}
 
'''Streymoy''' er størsta og fólkaríkasta oyggj í [[Føroyar|Føroyum]]. Úr suðurendanum, Kirkjubønesi, og norður í Tjørnuvíksstakk eru 48 km, og har, sum hon er breiðast, er hon 14 km. [[Kopsenni]] (789 m) er hægsta fjall á Streymoynni. Streymoyggin er ein [[sýsla]], sum tann einasta [[Sýsla|sýslan]] í [[Føroyar|Føroyum]] er hon býtt sundur í tvey [[valdømi]]. Tveir tingmenn verða valdir í [[Norðstreymoyar valdømi]], meðan átta tingmenn verða valdir í [[Suðurstreymoyar valdømi]]. Streymoyggin liggur millum [[Vágar]] og [[Eysturoy]]nna. Kristin Was Here XD
 
Fjøllini eru nógv, og helst norðuri á oynni eru tey høg, um ikki so høg sum í [[Eysturoy]]nni ella [[Norðoyggjar|Norðoyggjum]]. Nøkur av teimum hægstu eru [[Skælingsfjall]] 768 m, Sneis 745 m, Ørisfelli 748 m, Koppenni 790 m og Melin 764 m, tey eru øll í [[Norðurstreymoy|Norðstreymoy]]. Tveir djúpir firðir skera seg inn í oynna - Kollafjørður og Kaldbaksfjørður. Aðrar víkir eru [[Vestmanna]], [[Sjeyndir]], [[Hvalvík]], [[Saksun]] og [[Tjørnuvík]]. Stórir dalar eru til dømis Saksunardalur, Havnardalur og Kollfjarðardalur. Í Kollfjarðardali er [[Leynavatn]], og í Saksunardali er Saksunarvatn. Stórar áir eru Klúftá og Fossá við [[Haldarsvík]], Stórá við [[Hvalvík]], Heljareyga og Fossá við [[Vestmanna]], Sandá við [[Tórshavn]] og Leynará við [[Leynar]].