Munurin millum rættingarnar hjá "Italia"

Content deleted Content added
KristinXD (kjak | íkøst)
No edit summary
s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá 95.244.35.66
Merki: Rollback
Linja 27:
}}
 
'''Italia''' ([[Italskt mál|italskt]]: ''Repubblica Italiana'') er lýðveldi í [[Evropa]]. Italia hevur mark við [[Frakland]] í vestri, [[Sveis]] og [[Eysturríki]] í norði og [[Slovenia]] í eystri. Tveir lítlir statir eru í Italia, [[San Marino]] liggur mitt í Italia í fjallarøðini Apenninunum, umleið mitt ímillum [[Róm]] og [[Venesia]]. [[Vatikanið]] liggur í høvuðsstaði Italiu, Róm. Nakrir av størru býunum í Italia eru [[Milano]], [[Firense]], [[Torino]], [[Napoli]], Róm og Venesia. Landið hevur umleið 60 mió. íbúgvar. Høvuðsmálið er [[Italskt mál|italskt]]. Áðrenn 1861 vóru tað fleiri smá lond í tí sum nú er Italia, men í 1861 savnaði kongurin á Sardina, Victor Emanuel 2, øll hesi til eitt stórt kongsríki. Italia var eitt kongsríki til 1946, tá landið gjørdist lýðveldi. Kristin Was Here XD
 
Italia er land við ríkari [[Søga|søgu]], og serliga tvey tíðarskeið: [[Rómverjaríkið|Rómverjatíðin]] í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í [[15. øld]], hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri [[Búskapur|búskaparligi]] munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini.