Munurin millum rættingarnar hjá "Hvítarussland"
Content deleted Content added
No edit summary |
EileenSanda (kjak | íkøst) Merki: Rollback |
||
Linja 27:
}}
'''Hvítarussland''' er [[lýðveldi]] í [[Evropa]]. Í norðri hevur Hvítarussland mark við [[Letland]], í eystri við [[Russland]], i suðri við [[Ukraina]], og í vestri við [[Pólland]] og [[Litava]]. Hvítarussland er fátækt landbúnaðarland, tað er strálbygt, og náttúrutilfeingið er lítið. Kortini eru korini nógv batnað síðan 1960-árini, tá ið farið varð at menna ídnaðin og byggja betri hús. Spreingingin á kjarnorkuverkinum í ukrainska býnum Tjernobyl í 1986 elvdi stóran skaða í Hvítarusslandi, mong fólk máttu verða flutt heiman, og mong gjørdust og gerast alsamt sjúk av geislavirknu dálkingini, ið stóðst av vanlukkuni. Tveyhundrað ár við russiskum yvirræði endaðu í 1991 við falli Sovjetsamveldisins, og Hvítarussland gjørdist sjálvstøðugt land.
Minsk er miðskeiðis í landinum. Hóast býurin var skotin í sor í seinna heimsbardaga, hevur hann í friðartíð verið stjórnarbýur og miðdepil í útbúgving, mentan og samskifti. Seinastu árini hevur menningin í ídnaðinum havt við sær, at býurin er nógv vaksin. Minsk er høvuðssæti hjá SNG, ið er ríkjasamband við 12 sovjetlýðveldum, ið vóru.
|