Munurin millum rættingarnar hjá "Saksun"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
KristinXD (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 26:
}}
[[File:Saksun.Streymoy.fo.1.jpg|thumb|250px|Dúvugarðar]]
'''Saksun''', eldri '''Sagx hofn'''<ref>Jakob Jakobsen, ''DIPLOMATARIUM FÆROENSE, FØROYSKT FODNBRÆVASAVN , (Skipan um tingfaratodl uml. 1400). H. N. Jacobsens Bókahandil 1907''</ref> ''(Sakshøvn)'' er ein gomul bygd á norðursíðuni á [[Streymoy]]. Landslagið við bygdina er sermerkt. Gamli garðurin [[Dúvugarður]] er framvegis virkin, men gomlu íbúðarhúsini eru í dag friðað og standa sum eitt minni um farnar øldir. Millum Saksun og [[Vestmanna]] stendur millum annað [[Koppenni]], ið er hægsta fjall á Streymoynni. Við báti slepst inn á víkina uttan fyri bygdina Saksun. Ein smalur ósi rennur millum havið og [[Pollurin (Saksun)|Pollin]], sum annars er avskorin frá havinum av sandgrynnum. Bert heilt smáir og lættir bátar sleppa inn á Pollin og bert á flóð. Úr Saksun gongur vegurin oman gjøgnum [[Saksunardalur|Saksunardal]], har gróðurin er nógvur. Í bygdini Saksun eru fleiri garðar, sum hava staðið í øldir. Kristin Was Here XD
 
Sjáldsama og stórbæra landslagið dregur nógv vitjandi til sín: Saksunardalur, ið er heilar 10 kilometrar langur, Saksunarvatn við sínum sílum og laksi, pollurin, umframt Dúvugarð, sum er varðveittur í sínum upprunaliga líki. Har búleikaðust fólk fram til 1940, men seinni eru húsini gjørd til eitt forvitnisligt savn, har vit kunnu síggja, hvussu karmarnir vóru á einum vanligum føroyskum garði í gamla bóndasamfelagnum. Í Saksun er ikki bara vakurt á hásumri, tá mong ferðafólk vitja.