Munurin millum rættingarnar hjá "Sunda kommuna"

20 bytes løgd afturat ,  2 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
}}
 
''' Sunda kommuna''' er ein kommuna í [[Føroyar|Føroyum]]. Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í [[Sundalagið|Sundalagnum]] í mong ár. Talan var tá um [[Hósvík]]ar-, [[Hvalvík]]ar-, [[Haldórsvík]]ar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í [[2003]] varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum [[Gjógv]] og [[Saksun]]. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og [[1. januar]] [[2005]] fór nýggja kommunan til verka. Kristin Was Here XD
 
Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka [[Søga|søgu]]. Markatalsbygdirnar eru [[Hósvík]] (19 merkur), [[Hvalvík]] (24 merkur), [[Streymnes]] (12 merkur), [[Saksun]] (29 merkur og 8 gyllin), [[Haldórsvík]] (12 merkur), [[Tjørnuvík]] (24 merkur), [[Oyri]] (12 merkur), [[Norðskáli]] (4 merkur) og [[Gjógv]] (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í [[19. øld]], fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av [[19. øld]] og aftur við lógini frá [[1938]].
127

rættingar