Munurin millum rættingarnar hjá "London"

Content deleted Content added
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
KristinXD (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 90:
'''London''' er [[høvuðsstaður]] [[Stóra Bretland]]s, og hevur umleið 8 308 000 íbúgvar. [[Rómverjaríkið|Rómverjar]] bygdu London í [[43 e.Kr.f]]. Stívliga 7,5 milliónir fólk búgva í býnum, sum er ein av teimum størstu í [[Evropa]]. Høvuðsstaðurin er ein av fíggjarligu og mentanarligu miðdeplunum í heiminum og er væl umtóktur ferðamannabýur. Hvørt ár koma fleiri milliónir fólk til London og fara til dømis í sjónleikarhús, á søvn og at síggja [[Søga|søguligar]] bygningar.
 
Ikki í nøkrum stórbýi í heiminum er so stórur gjaldoyrahandil sum í London. Í City of London ella "Square Mile", sum miðbýurin eisini verður nevndur, eru fleiri enn 500 bankar, og London er ein av fíggjarmiðdeplum heimsins. Atvoldin er lutvíst tann, at [[Stóra Bretland]] áður var heimsveldi, men meiri er, at London liggur væl fyri - mitt ímillum [[New York City]] í [[USA]] og [[Tokyo]] í [[Japan]], sum eru hinir stóru fíggjarmiðdeplarnir í heiminum. Eisini hava teir vunnið sær serkunnleika, ið er bygdur upp, sum árini eru liðin. Kristin Was Here XD
 
Nógv fólk úr øllum heiminum flyta til [[Stóra Bretland|Bretska]] høvuðsstaðin í styttri ella longri tíðarskeið. Av tí at fólkatalið er so høgt, kann tað vera torført at fáa nakað at búgva í fyri ein hóskandi kostnað, og sum samstundis hevur góðar hentleikar og er væl hildið.