Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
KristinXD (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 28:
}}
 
'''Noreg''', í talumáli ofta '''Norra''', á gomlum [[Føroyskt mál|føroyskum]] '''Noregur''' og '''Norðvegur'''; er [[Kongsveldi|kongsríki]] í [[Evropa|Norðurevropa]]. Í eystri hevur Noreg mark við [[Svøríki]], [[Finnland]] og [[Russland]], í suðuri við [[Skagerrak]], í norðri [[Barentshav]]ið og vesturi er [[Atlantshav]]ið. Høvuðsstaðurin í Noregi er [[Oslo]]. Landið er eitt av ríkastu londum í heiminum. Gott 5 000 000 fólk búgva í Noregi í 2014. Á meginlandinum búgva í miðal 12,5 fólk á hvørjum km<sup>2</sup>, men tað er ymiskt, hvussu tættbygt tað er. Teir norðastu partarnir eru fámentir, og fjølmentast er rundanum Oslofjørð. Eini 77 % av norðmonnum búgva í býum ella í øðrum tættbygdum økjum. Góð 23 % búgva í fámentum økjum. Kristin Was Here XD
 
Tað er langt land, sum smalkar ímóti norði. Har smalast er, eru bara 6,3 km frá sjónum og eystur at [[Svøríki|svenska]] markinum. Størsti parturin av landinum er fjallalendi, og fram við allari strondini er skergarður við túsundtals oyggjum. Norðuri í [[Íshavinum]] eigur Noreg oyggjarnar [[Jan Mayen]], 550 km í ein landnyrðing úr [[Ísland]]i, og longur norðuri [[Svalbarð]], sum er felagsnavn fyri [[Bjarnoyggin|Bjarnoynna]] og [[Spitsbergen]], 3 stórar og nakrar lítlar oyggjar, tilsamans 61 229 km<sup>2</sup>. Langa strond Noregs er útnyrðingsmarkið á [[Evropa|evropeiska]] meginlandinum.