Munurin millum rættingarnar hjá "Ferðavinna"

Content deleted Content added
s (GR) File renamed: File:Anonim018.jpgFile:Szczecin, Hotel Radisson.jpg replacing a meaningless file name
Linja 2:
'''Ferðavinnan''' er heimsins skjótast vaksandi vinna.<ref>http://www.denstoredanske.dk/Livsstil,_sport_og_fritid/Turisme_og_fritid/Ferie_og_turisme/turisme</ref> Eitt ferðafólk er persónur, sum í stuttleika-, arbeiðs- ella øðrum líkum ørindum er burturi frá sínum heimstaði í longri enn 24 tímar og gistir.<ref>Theobald, William F. 1998. Global Tourism (2nd ed.). Oxford, England: ''Butterworth–Heinemann''. S. 6–7. ISBN 0-7506-4022-7. OCLC 40330075.</ref><ref>http://pub.unwto.org/WebRoot/Store/Shops/Infoshop/Products/1034/1034-1.pdf</ref> Ferðavinna er eingin vanligur [[ídnaður]] við verksmiðjum og rávørum. Kortini er ferðavinna ein tann týdningarmesta ídnaðargreinin í verðini. Á hvørjum ári ferðast um leið 800 milliónir fólk sum ferðafólk tvørtur um landamørk. Ferðavinnan skapar arbeiðspláss til meira enn 200 milliónir fólk. Kjarnin í ferðavinnu er flutningur, gisting og endamálið við eini ferð. Ferðavinnan er sum so eingin sjálvstøðug vinna. Heldur er hon ein samanseting av nógvum ymiskum vinnum í landinum, sum hava sum høvuðsendamál ella sum síðumál at veita ferðafólki eina vøru ella eina tænastu. Gisting, flutningur, vistir og tænastur í sambandi við hetta verða tó altíð vinnur, tá vit tala um ferðavinnu. Nú á døgum er nógv ymist virksemi í ferðavinnuni; alt frá at reka eitt tjaldingarstað til at skipa fyri bólkaferðum í fjarløgd lond.<ref>http://www.newyorker.com/magazine/2012/04/16/youre-welcome</ref>
[[Mynd:Doctors-Cave-Beach.jpg|thumb|right|250px|Hjá fólki í [[USA]] eru oyggjar sum [[Aruba]], [[Amerikonsku Jómfrúoyggjar|St. Thomas]] og [[Bahamaoyggjar|Bahamas]] nakað sum [[Mallorka]] ella [[Kanariuoyggjarnar]] eru fyri fólki í [[Vesturevropa]].<br/><small>Mynd: Strondin í Montego Bay, [[Jameika]].</small>]]
[[Mynd:Anonim018Szczecin, Hotel Radisson.jpg|thumb|right|250px|[[Szczecin]], Pólland.]]

Ferðavinnan tók dik á seg í [[1950-árini|1950-árunum]] og byrjaði í [[USA]] og [[Vesturevropa]]. Har vórðu lívskorini betri, og alt fleiri fólk fingu ráð at ferðast.<ref>http://frugaltraveler.blogs.nytimes.com/2008/09/05/lesons-from-the-frugal-grand-tour/</ref> Um somu tíð gjørdist tað vanligari at ferðast við [[flogfar]]i. Skipað varð fyri hópferðum við leiguflogførum, og málið fyri ferðini var ofta tað sama tá, sum tað er nú.<ref>https://snl.no/reiseliv</ref> Í [[Evropa]] varð [[Spania]] eitt tað fyrsta ferðamálið, og seinni eru onnur lond við [[Miðjarðarhavið]] komin upp í part. Eitt annað slag av hópferðum eru skíðferðirnar til [[Alpurnar]].<ref>http://www.stmoritz.ch/en/winter/village/spirit-history/birthplace-of-winter-tourism.htmlf</ref> Evropa er framvegis tann heimsparturin, sum dregur flest ferðafólk at sær úr øllum heiminum. Umframt tey plássini, sum kunnu bjóða sól og baðistrendur, so fáa stórbýir sum [[Róm]], [[Amsterdam]] og [[París]] nógva vitjan av ferðafólki. Síðan [[1980-árini]] er ferðavinnan nógv vaksin í [[Ásia]] og pørtum av [[Miðamerika]]. Í londum sum [[Teiland]]i, [[Meksiko]], [[India]] og oyggjum sum [[Maldivurnar|Maldivunum]], [[Aruba]] og [[Jameika]] er mangt og hvat, sum fær ferðafólk úr USA og Evropa at ferðast hagar. Eisini nógv fólk úr Ásia og [[Suðuramerika]] ferðast, serliga í sínum egna heimsparti.<ref>http://media.unwto.org/en/press-release/2013-04-04/china-new-number-one-tourism-source-market-world</ref> Ferðavinnuídnaðurin ávirkar alt samfelagið og kann skapa arbeiðs­pláss til nógv fólk. Tørvur er til dømis á ferðaskrivstovum og øðrum, sum skipa fyri ferðum. Harumframt skulu nógv flutningstól til, bæði tok, [[Flogfar|flogfør]], bussar og [[bilar]]. Ferðafólkini skulu eisini búgva onkrastaðni, og av tí stendst nógv virksemi á gistingarhúsum. Somuleiðis eru fyritøkur, ið bjóða fram tjaldingarpláss, vallaraheim, skeiðsdeplar og smáttur. Aðrar tænastur, sum ferðafólk spyrja eftir, eru til dømis handlar, kunningarstovur, søvn, kaffistovur, bilútleigan og matstovur.