Munurin millum rættingarnar hjá "Bali"

Content deleted Content added
Linja 124:
===Fornøld===
Bali varð bygt umleið 2000 f.Kr. av avstranesiskum fólkum, ið fluttu til oynna. Tey komu siglandi úr Suðureysturasia og [[Osiania]].<ref>[[#Taylor|Taylor]], pp. 5, 7</ref><ref name=Hinzler/> Mentanarliga og málsliga eru balinesar í nærmastu ætt við fólk í indonesiska havinum, Malaisia, Filipsoyggjum og Osiania.<ref name=Hinzler/> Verktoy av steini frá hesi tíðini eru funnin nærindis bygdini Cekik har vesturi á oynni.<ref>[[#Taylor|Taylor]], p. 12</ref><ref name=Lonely/>
 
==Veðurlag==
Bali liggur bert 8 gradir sunnanfyri miðkringin og hevur tí eitt javnt verðurlag alt árið. Miðalhitin liggur um 30°C við luftvætu á umleið 85%.<ref>{{cite web |url=https://www.neotravellers.com/exhaustive-guide-romantic-things-to-do-in-bali// |title=Climate of Bali |publisher=neotravellers.com |date= |accessdate=2017-10-10 }}</ref>
 
Lægsti hiti um dagin liggu millum 20–33°C, men hitin minkar munandi uppi í hæddunum.
 
Regntíðin er frá umleið oktober til apríl, og tá kann tað regna sera nógv, serliga frá desember til mars. Á páskum og á jólum er veðrið sera skiftandi og ringt at spáa um.<ref>{{cite web|url=http://tripsget.com/blog/2016/04/bali-in-december-rain-traffic-bali-for-christmas/ |title=Bali in December |publisher=tripsget.com |date= |accessdate=2016-09-28}}</ref>
 
Tá ið tað ikki er regntíð kann luftvætan vera lutfalsliga lág og tað er ósannlíkt at tað regnar har ið láglendi er.
 
==Ítróttur==