Munurin millum rættingarnar hjá "Høgni Kunoy Dávason"

Content deleted Content added
kelda
tekstur og kelda
Linja 1:
'''Høgni Kunoy Dávason''' (føddur [[26. august]] [[2004]]) er ein [[Føroyar|føroyskur]] [[taekwondo]] íðkari og venjari. Hann býr og venur í Søldarfirði.<ref>{{cite web |url=https://www.strok.fo/hovudstidindi/rsins-gerandishetja |title=Ársins gerandishetja |last1= |first1= |last2= |first2= |date= |work= |publisher= |accessdate=20. november 2017}}</ref> Hann setti í mai 2015 á stovn Føroya fyrsta taekwondofelag, ið nevnist [[Hwarang Føroyar]], Høgni var tá 10 ára gamal.<ref>{{cite web |url=https://kvf.fo/netvarp/sv/2015/08/07/20150807sjukanerdrivmegin |title=Tíggju ára gamal drongur hevur egið taekwondo-lið |last1=Mikkelsen |first1=Lív |last2=Johannesen |first2=Johnsigurd |date=8. august 2015 |work= |publisher=Kringvarp Føroya |accessdate=20. november 2017}}</ref> Høgni er sjálvur venjari og nógvir limir teknaðu seg beinanvegin. Tvey ár seinni vóru meira enn hundrað aktivir limir. Fleiri av limunum hava verið uttanlands til kappingar, har tey eisini hava vunnið heiðursmerki. Høgni varð føddur við sjúkuni cystisk fibrosa. Í sjónvarssending, ið Kringvarp Føroya gjørdi um hann, sást at hann ikki vildi lata sjúkuna avmarka seg, tvørturímóti bleiv sjúkan hansara drívmegi. Eisini merkti hann, at tað var gott fyri lunguni at íðka ítrótt.<ref>{{cite web |url=https://kvf.fo/dokumentarurin?page=1&sid=62121 |title=Drongurin við svarta beltinum |last1=Niclasen |first1=Ivan Hentze |last2= |first2= |date= |work= |publisher=Kringvarp Føroya |accessdate=20. november 2017}}</ref> Honum dámdi væl taekwondo og hevur íðkað henda ítrótt, síðan hann var smádrongur. Hann og foreldur hansara búðu fyrst í [[Danmark]] og síðan í [[Singapore]] og eitt stutt skifti í [[Suðurkorea]]. Meðan hann búði í Singapore, har pápi hansara arbeiddi, fekk hann svarta belti í taekwondo, venjari hansara har var Mr. Lai, í Danmark var Philip Reyes venjari hansara. Tá ið familjan flutti til Føroya, var onki taekwondofelag har, og tí valdi Høgni at stovna sítt egna taekwondofelag.
 
Í oktober 2017 varð Høgni kosin Ársins gerandihetja av Fólkaheilsuráðnum.<ref>{{cite web |url=http://portal.fo/hogni+kunoy+davason+arsins+gerandishetja.html |title=Høgni Kunoy Dávason ársins gerandishetja |last1=Egholm |first1=Sverri |date=20. oktober 2017 |work= |publisher=Portal.fo |accessdate=20. november 2017}}</ref> ''"Høgni hevur saman við foreldrum sínum tikið stig til at seta ítróttargrein á stovn, eitt átak, sum virkar samlandi fyri bæði ung og gomul,"'' segði Fólkaheilsuráðið í grundgeving síni.
 
Í november 2017 vann ein av næmingunum, ið Høgni er venjari hjá, Dávid á Lakjuni, silvur heiðursmerki á DM í taekwondo í bólkinum undir 59 kg. Dávid var tá 19 ára gamal, og venjari hansara, Høgni Kunoy Dávason, var 13 ára gamal. Teir báðir eru systkinabørn.<ref>{{cite web |url=http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/david-a-lakjuni-dm-silvur-gevur-blod-a-tanna/ |title=Dávid vann DM-silvur frammanfyri stórari fjøld |last1=Simonsen |first1=Heri |last2= |first2= |date=19. november 2017 |work= |publisher=In.fo |accessdate=20. november 2017}}</ref>
 
== Heiður ==