Munurin millum rættingarnar hjá "Charles Manson"

Content deleted Content added
s Tók burtur rættingar hjá 107.77.194.10 (kjak) til seinastu versjón hjá MGA73bot
Død 2017.
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 1:
[[Mynd:CharlesManson2014.jpg|thumbnail|Charles Manson stóð á odda fyri fleiri morðum í Kalifornia sum kultleiðari í 1969. Hann varð tó ongatíð dømdur fyri morðini, men fyri at hava luttikið í teimum.]]
'''Charles «Charlie» Manson''' (føddur [[12. november]] [[1934]] - død 19 November [[2017]] sum '''Charles Milles Maddox''' í [[Cincinnati]], [[Ohio]]) er ein amerikanskur dømdur hópdrápsmaður, sum við sínum skara í Manson-familjuni gav boð um at drepa m.a. táverandi konu [[Roman Polanski]], Sharon Tate. Manson hevur sitið í [[Fongsul|fongsli]] síðani 1969 eftir tey ræðuligu drápini av konu [[Roman Polanski]] og fýra onnur í [[Los Angeles]] 9. august 1969, og fyri at hava dripið hjúnini Leno og Rosemary LaBianca sama kvøld. Í [[1960-árini|sekstiárunum]] skelkaði hann heimin, tá ið hann varð dømdur fyri níggju morð. Sjálvt um Manson ikki drap sjálvur, so var hann dømdur fyri viðvirkan. Ikki fyrr enn í 2027 fær hann møguleika at søkja um royndarleyslating.
 
Manson situr inn í fongslinum Corcoran í [[Kalifornia]], har hann skal sita fyri lívstíð. Men fyrrverandi kultleiðarin, sum í 2014 fór um tey 80 árini, hevur fingið loyvi at skipa sítt egna brúdleyp. Sambært tíðindastovuni AP skuldi hann í 2014 giftast við eini 26 ára gamlari kvinnu, sum seinastu sjey árini hevur vitjað hann regluliga í fongslinum. Manson hevur fleiri ferðir søkt – og hevur higartil fingið eins nógvar sýtingar – um at verða royndarleyslatin. Hann hevur fingið nei 12 ferðir - har hann hevur roynt at vera royndarleyslatin. Hann kann í fyrsta lagi fáa eitt slíkt loyvi í 2027. Tá verður Manson altso 92 ár. Hann heldur uppá enn, at hann onki hevði at gera við morðini - sjálvt um tað varð hann, sum bað Manson-skaran drepa Sharon Tate og skriva "Grísur" á úthurðina hjá Roman Polanski við blóðinum hjá Tate. Hetta hendi í ár 1969. Skarin hjá Charles Manson í [[Simi Valley]], [[Kalifornia]] drap eisini onnur fólk og hevði Charles Manson fingið sín vilja, so hevði hann útruddað alla verðina. Áðrenn hann bleiv dømdur fyri lívstíð, varð hann vinur við tónleikaran Dennis Wilson frá [[Beach Boys]].