Munurin millum rættingarnar hjá "Knút Háberg Eysturstein"

Content deleted Content added
Linja 8:
Í februar 2011 fór Knút undir sína triðju solo útgávu, hesuferð við [[Jens L. Thomsen]] sum framleiðara. Plátan var tikin upp í stovuni í gomlu húsunum hjá Knút og systrini, har omman og abbin plagdu at búgva, og ljóðblandið var gjørt í februar 2012 í Studio Stökumörk. Plátan fekk heitið "On High" og var útgivin í juli 2013 sum sameind LP, fløga og download. Í juni 2014 kom fyrsta plátan hjá [[Tuxedo Rebels]], ið er tvíbólkurin hjá Knúti og [[Petur Pólson|Peturi Pólsyni]]. Petur og Knút hava skrivað sangirnar saman, og Knút er fyri fyrstu ferð framleiðari. Í august 2014 kom fyrsta plátan hjá tvíbólkinum AVE, ið er mannaður av [[Petur Pólson|Peturi Pólsyni]] og [[Benjamin Petersen]]. Knút leikar tangentar á útgávuni. Í september 2014 kom sætta útgávan hjá [[Høgni Lisberg|Høgna Lisberg]], "Call For a Revolution", ið Knút eisini leikar tangentar á.
 
Á vári 2015 gjørdist Knút tangentleikari í bólkinum hjá songkvinnuni og sangskrivaranum [[Konni Kass]]. Hinir tónleikararnir eru Per I. Højgaard Petersen (trummur) og Torleik Mortensen (bass). Bólkurin gav debutplátuna Haphe út í november 2016. Í samband við útgávuna fór bólkurin á konsertferðkonsertferðir í Føroyum, Danmark og Týsklandi. Á vári 2016 stovnaðu Benjamin Petersen (sang, gittar), Knút H. Eysturstein (gittar, tangentar), Torleik Mortensen (bass) og Per I. Højgaard Petersen (trummur) black metal/doom bólkin [[Svartmálm]], ið vann Wacken Metal Battle Føroyar 2016. Svartmálm spældi á Wacken Festivalinum í Týsklandi í august 2016. Í februar 2017 fór bólkurin í Studio Bloch at innspæla debutplátu.
 
== Útgávur ==