Munurin millum rættingarnar hjá "Las Vegas"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 9:
 
Oscar B. Goodman hevur verið borgarstjóri síðan 2003.
 
==Søga==
===Álopið á The Strip===
[[File:President Trump Gives Remarks.webm|thumb|right|300px|]]
Ein countrykonsert 1. okt. 2017, ið var hildin á høvuðsgøtuni [[The Strip]], fekk ein brádligan enda. Ein maður hevur staðið við einum automatvápni í einum hotelli, við útsýni yvir konsertina, og skotið eftir lurtarum á konsertini. Talan var um countryfestivalin Route 91 Harvest, sum vardi í tríggjar dagar. Sangarin [[Jason Aldean]] var í holt við seinastu konsertina á festivalinum, tá skotini ljóðaðu seint sunnukvøld 1. okt., amerikanska tíð.<ref>https://www.nbcnews.com/storyline/las-vegas-shooting/las-vegas-police-investigating-shooting-mandalay-bay-n806461</ref> Kl. 22.08 blivu fyrstu skotini latin av. Skjotingin helt áfram í heili 10-15 minuttir.
 
“Hann var á 32. hædd á Hotel Mandalay Bay, og har varð maðurin dripin av løgreglufólki,” upplýsir Joseph Lombardo, sheriffur hjá Las Vegas Løgregluni, og hann legði afturat, at gerningsmaðurin ikki verður hildin at hava samband við nakran vápnaðan bólk. [[Islamiskur Statur]] (IS) vil vera við, at yvirgangsfelagsskapurin stendur aftanfyri skotblóðbaðið. IS vil vera við, at 64 ára gamli gerningsmaðurin Stephen Paddock hevur verið islamist í nakrar mánaðar. Áður hevur felagsskapurin sagt seg standa aftanfyri álop, sum ikki hava havt nakað samband við IS.<ref>https://www.nytimes.com/2017/10/02/us/politics/viral-claims-and-rumors-in-the-las-vegas-shooting.html</ref>
 
Løgreglan í Las Vegas kom fram til, at skotið var frá 32. hædd úr hotellinum Mandalay Bay. Mandalay Bay liggur í kenda økinum The Strip á [[Las Vegas Boulevard]]. Eisini verður sagt, at skotið varð inni í hotellinum. Løgreglan fann gerningsmannin deyðan á hotellkamarinum eftir skottilburðin. Í rúminum hevði hann 23 [[skotvápn]].<ref>https://www.washingtonpost.com/news/morning-mix/wp/2017/10/02/police-shut-down-part-of-las-vegas-strip-due-to-shooting/?hpid=hp_hp-top-table-main_las-vegas-230am-desktop%3Ahomepage%2Fstory&utm_term=.adbad69179a8</ref> Gerningsmaðurin er 64 ára gamli Stephen Paddock. [[Løgregla]]n vil ikki siga meira um mannin.
 
[[Donald Trump]] hevur hildið røðu fyri amerikanska fólkinum 2. okt. “Vit eru savnað í sorg og skelki”, segði hann millum annað. “Brutalt myrdi hann 50 fólk og særdi fleiri enn hundrað fólk. Hetta var ein gerð í reinum óndskapi,” segði Trump.<ref>https://www.cnbc.com/2017/10/02/trump-las-vegas-shooting-was-an-act-of-pure-evil.html</ref>
 
Minst 59 persónar eru deyðir og 527 persónar koyrdir skaddir á sjúkrahús eftir skjótingina. Hetta er ikki fyrstu ferð at tílík skjóting er farin fram í Amerika. Tó er hetta tann ógvsuligasta hendingin higartil í amerikanskari søgu.<ref>http://www.cnn.com/2017/10/02/us/las-vegas-shooter/index.html</ref>
 
{{USAstubbi}}