Munurin millum rættingarnar hjá "Helena Heðinsdóttir"

Content deleted Content added
dagføring
dagføring
Linja 1:
'''Helena Heðinsdóttir Jørgensen''' ella '''Helena Heðinsdóttir''' er ein [[Føroyar|føroysk]] sjónleikarinna. Hon spældi ein av høvuðsleiklutunum í stuttfilminum ''[[Vetrarmorgun]]'', sum [[Sakaris Stórá]] hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Hon spældi leiklutin sum Birita.<ref>[http://www.imdb.com/name/nm6218653/ Imdb.com, Helena Heðinsdóttir]</ref> Vetrarmorgun varð vístur á Berlinaluni (Berlin International Film Festival)<ref>[http://www.berlinale.de/en/programm/berlinale_programm/datenblatt.php?film_id=20146073#tab=video25 Berlinale.de, Vetrarmorgun]</ref> og varð tilnevndur tríggjar virðislønir har, eitt nú Teddy Award, sum verður latin til ein film, ið viðgerð evni um samkyndleika.<ref>[http://www.birkblog.blogspot.com/2014/02/sakaris-i-teddy-prati.html birkblog.blogspot.com, Sakaris í Teddy práti]</ref> Hin høvuðsleiklutin í Vetrarmorgun spældi [[Armgarð Mortensen]]. Hon hevur eisini spælt annan av høvuðsleiklutunum í fyrsta spælifilmin hjá Sakaris Stórá, ''Dreymar við havið'', ið var frumsýndur í Norðurlandahúsinum 5. september 2017.<ref>[http://portal.fo/myndir+dreymar+vid+havid+syndur+fyri+fullsettum+husum.html Portal.fo - Myndir: Dreymar við havið sýndur fyri fullsettum húsum]</ref>
 
Hin 14. februar 2014 vann filmurin ''[[Vetrarmorgun]]'' virðislønin á Berlinaluni í bólkinum ''The Special Prize of the Generation 14plus International Jury''.<ref>[http://www.berlinale.de/en/das_festival/preise_und_juries/preise_generation/index.html berlinale.de, AWARDS AND JURIES IN THE GENERATION SECTION]</ref>