'''Christian Finn Matras''' (f. [[7. desember]] [[1900]] í [[Viðareiði]] - d. [[16. oktober]] [[1988]] í [[Tórshavn]]) fór ungur til Havnar at ganga í realskúla og haðani til [[Danmark]]ar í studentaskúla. Í 1928 gjørdist hann magistari í norrønari málfrøði. Seinni gjørdist hann doktari og professari. Hann flutti aftur til Føroya í 1965 og var leiðari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Matras var virkin á mongum økjum. Umframt at vera nýskapandi yrkjari og framúr góður týðari, var hann málfrøðingurin, ið legði dygga grund undir føroyskt orðabókaarbeiði. Kristjan á Brekkumørk legði mangar týdningarmiklar vísindaligar útgávur til rættis.