Munurin millum rættingarnar hjá "Maud Heinesen"

Content deleted Content added
rætting
Linja 1:
'''Maud Heinesen''' fødd Brimheim, fødd [[15. januar]] [[1936]] í [[Klaksvík]], deyð [[7. september]] [[2005]], var føroyskur rithøvundur. Hon vaks upp í Klaksvík, har hon gekk í barnaskúla og tók realprógv í [[1952]], fór so til [[Tórshavn|Havnar]] og tók studentsprógv [[1954]]. Í [[1957]] tók hon prógv sum 3-málsligur korrespondentur við Handilsháskúlan í [[Keypmannahavn]], og í [[1964]] prógv til handilsfaklærara. Árini [[1954]]-[[1955]] arbeiddi hon sum læraravikarur í Klaksvík, seinni hevur hon undirvíst drúgt áramál á [[Føroya Handilsskúli|Føroya Handilsskúla]] og annars eisini arbeitt sum skrivstovukvinna í fleiri ár. Hon starvaðist í [[Føroya Landsstýri]] 1957-60, hjá Levi Lutzen 1962-63, hjá [[Landslæknin|Landslæknanum]] 1963-74. Frá [[1965]] á [[Fróðskaparsetur Føroya|Fróðskaparsetri Føroya]], frá [[1974]] sum setursskrivari.<ref>[http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/01151936_heinesen_maud.asp Bokasolan.fo, Maud Heinesen]</ref>
 
Maud var gift við rithøvundanum [[Jens Pauli Heinesen|JensAri Paula HeinesenDam]], sum var ein av virknastu rithøvundum í Føroyum. Maud gav út fyrstu bókina í [[1974]], tað var barnabókin "Marjun og tey", sum er týdd til [[Íslendskt mál|íslendskt]]. Áðrenn tað hevði hon tó skrivað útvarpsleikin "Kvøldarleikur/ ella Hví var myrkt hjá Olevinu?", sum var lisin upp í útvarpinum í [[1969]].
 
== Útgávur ==