Munurin millum rættingarnar hjá "Venceslaus Ulricus Hammershaimb"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:V.U. Hammershaimb.jpg|thumb|right|220px|V. U. Hammershaimb.]]
'''Venceslaus Óla Finn Ulricus Hammershaimb''' ([[25. mars]] [[1819]] í [[Sandavágur|Sandavági]] - [[9. apríl]] [[1909]] í [[Keypmannahavn]]) var ein føroyskur prestur, politikari og málfrøðingur. Hann er kendur sum faðirin at [[skriftmál]]i [[Føroyar|føroyinga]]. Foreldur hansara vóru [[Jørgen Frantz Hammershaimb]] og Armgarð Maria Egholm. Hann gav í [[1854]] fyrstu [[Føroyskt (mál)|føroysku]] mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Í [[1855]] varð hann innsettur sum prestur í [[Kvívík]]. Í [[1862]] gjørdist hann [[prestur]] á [[Nes, Eysturoy|Nes]]i í [[Eysturoy]], og próstur frá [[1867]]. Her læt hann í [[1863]] nýggjan [[Prestagarðurin á Nesi|prestagarð]] byggja, sum konan hevði teknað. Hann sat á [[løgting]]i trý skeið. Síðan flutti hann í [[1878]] við konuni til [[Danmark]]ar at búgva. Í [[Sandavágur|Sandavági]] varð minnisvarði reistur í [[1919]], V.U. Hammershaimb til heiðurs.
 
Hammershaimb eigur stóra æru fyri, at [[Føroyar|føroyingar]] varðveittu [[skriftmál]]ið. Tað var hann, sum gav føroyska málinum [[bókstav]]in [[Ð]]. Við íblástri frá vinmanni sínum, [[Jón Sigurðsson|Jóni Sigurðssyni]], professara og málfrøðingi úr [[Ísland]]i, kom hann við hugskotinum um etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva [[mál]]ið soleiðis sum tað verður framborið.