Munurin millum rættingarnar hjá "Forseti Sambandsríki Amerika"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:USPresidentialSeal.jpg|thumb|right|200px|Skallaørnin er í tjóðarskildrinum hjá [[USA]].]]
'''Forsetin í USA''' hevur tann størsta stjórasessin í [[USA]]. [[Donald Trump]] er núverandi forseti í [[USA]], hann varð valdur tann 8. november 2016. [[USA]] er tað fyrsta landið sum fekk sær forseta. Í [[USA]] eru fleiri politiskir flokkar, men síðani [[1853]] hava allar forsetarnir komnir frá entin [[Republikanski Flokkurin|Republikanska Flokkinum]] ella [[Demokratiski Flokkurin|Demokratiska Flokkinum]]. Stjórnin heldur til í [[Washington DC]], har forsetin og húski hansara búgva í [[Tað hvíta húsið|Hvítu Húsunum]]. Um tú ikki ert føddur í [[USA]], kanst tú ikki vera forseti í landinum. Eisini er krav um, at forsetin skal vera minst 35 ára gamal og hava búð í [[USA]] í meira enn fjúrtan ár. Soleiðis sigur amerikanska grundlógin.
 
==Ríkisrættarmál==
 
Í USA eru tveir hættir at reka forsetar úr sínum embæti móti teirra vilja. Annar er, at [[ríkisrættarmál]] (en.: ''impeachment'') verður ført móti forsetanum, og at hann har verður funnin sekur. Hin er, at forsetin verður mettur at verða óegnaður, av ein-hvørjari orsøk, at røkja starv sítt. Fyri at fáa forsetan mettan sum óegnaðan krevst, at [[varaforseti]]n, saman við helmingurin av ráðharrunum í stjórnini, geva boð til [[Kongressin í USA|Kongressina]] um, at forsetin ikki longur er egnaður at røkja embæti sítt. Henda áseting er at finna í stykki 4 í 25. ískoytinum til amerikonsku grundlógina, men hon hevur ongantíð enn verið nYtt.
 


Men ríkisrættarmál hava tó verið roynd móti forsetum í USA. Síðani stovnanina av forsetaembætinum í 1789 eru ríkisrættarmál innleidd móti trimum forsetum, har tvey av hesum endaðu við dómi - og báðu ferðirnar blivu forsetarnir frídømdir. Fyri at reka ein forseta úr sínum embæti við ríkisrættarmáli krevst, at forsetin verður funnin sekur í at hava framt svík, tikið ímóti mutri, ella hevur framt onnur brotsverk ella misbrot. Men hóast orðingin er ógvuliga breið, so er hon bert ætlað til álvarslig brot á embætisførsluna hjá forsetanum.


 
Verður ein funnin sekur í einum ríkisrættarmáli, verður ein rikin úr sínum embæti, og verður bannaður at fáa nYtt føderalt embæti fyri lívstíð. Men ríkisrættarmál taka einans støðu til embætisspurningin, ríkisrættarmál taka ikki støðu til, um ein eisini skal dømast at rinda endurgjald, ella kanska enntá dømast í [[fongsul]]. Men tað er einki sum forðar fyri, at frákoyrdi forsetin seinni verður dømdur at rinda endurgjald ella dømdur fongsulsrevsing fyri tey brot, hann framdi í sínum embæti.<ref>https://fas.org/sgp/crs/misc/R44260.pdf</ref>
 
Tann fyrsti forsetin, sum var ákærdur í ríkisrættarmáli, varð [[Andrew Johnson]] í 1868, og tann næsti og seinasti forsetin higartil, var [[Bill Clinton]] í 1998. Báðir blivu funnir ósekir í teirra ríkisrættarmálum.<ref>http://frwebgate.access.gpo.gov/cgi-bin/getdoc.cgi?dbname=109_congressional_directory_interim_sep06&docid=109thin_txt-77</ref>
 
== Bókasavn ==