Munurin millum rættingarnar hjá "Bill Clinton"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 51:
}}
 
'''William Jefferson "Bill" Clinton''' (føddur [[19. august]] [[1946]] í [[Hope]], [[Arkansas]]) var 42. [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]] í [[USA|Sambandsríki Amerika]]. Clinton fekk eina umfatandi hjartaskurðviðgerð í [[2004]]. Hann varð í [[2009]] tilnevndur [[ST]] umboð fyri [[Haiti]], har hann hevur til uppgávu at stuðla undir endurbygging og neyðhjálp í vanlukkurakta landinum. <ref>http://news.bbc.co.uk/1/hi/8056762.stm</ref>
 
19. desember í 1998 var ríkisrættarmál innleitt móti Clinton við tveimum ákærum - fyri at hava logið undir eiði og fyri at hava forðað fyri rættvísi. Ákærurnar stavaðu frá einum øðrum rættarmáli móti Clinton, har hann var ákærdur fyri kynsligan ágang móti [[Paula Jones|Paulu Jones]], sum hevði arbeitt hjá honum, meðan hann var guvernørur í lutstatinum Arkansas. Ágangurin skuldi verið farin fram á einum hotellkamari í høvuðsstaðnum í Arkansas, [[Little Rock]], tann 8. mai í 1991. Hetta meðan Bill Clinton var guvernørur í Arkansas. Í rættarmálinum royndi ákærin at tekna ein mynd av Clinton sum ein maður, ið fleiri ferðir hevði framt kynsligan ágang móti øðrum kvinnum, sum høvdu arbeitt hjá honum. Ákærin kallaði tí inn fleiri kvinnur, sum tey væntaðu, at Clinton hevði havt kynsligt samband við.
 
Í rættarmálinum móti Paulu Jones noktaði Clinton fyri at hava havt nakað kynsligt samband við praktikantin í [[Hvíta Húsið|Hvítu Húsunum]], [[Monica Lewinsky|Monicu Lewinsky]]. Ein trupulleiki var tó, at Monica Lewinsky hevði fortalt einum starvsfelaga hjá sær, [[Linda Tripp|Lindu Tripp]], um tær hugnaløtur, sum hon hevði havt saman við forsetanum. Linda Tripp hevði tikið hesar samrøður upp á band.<ref>http://www.washingtonpost.com/wp-srv/politics/special/clinton/timeline.htm</ref><ref>http://www.washingtonpost.com/wp-srv/politics/special/clinton/stories/jonesappeal073198.htm</ref> Tað var ikki ótrúskapurin hjá Clinton, sum førdi til ríkisrættarmálið, tað var hinvegin tann sannroynd, at hann hevði logið undir eiði um hesar hendingar. Hann bleiv tó fríkendur í [[Senatið í USA|Senatinum]] fyri báðar ákærurnar tann 12. februar í 1999.<ref>http://www.washingtonpost.com/wp-srv/politics/special/clinton/stories/impeach021399.htm</ref>
 
== Bill Clinton í Føroyum ==