Munurin millum rættingarnar hjá "Gøtugjógv"

Content deleted Content added
Jagldýr (kjak | íkøst)
sNo edit summary
No edit summary
Linja 26:
}}
'''Við Gøtugjógv''' er ein bygd í [[Eysturoy]]. Bygdin við Gøtugjógv liggur eystanfyri stóru gjónna, sum sker seg norður gjøgnum lendið millum [[Syðrugøta|Syðrugøtu]] og [[Norðragøta|Norðragøtu]]. Við Gøtugjógv eru skúli, peningastovnar, kirkja og samkomuhús felags fyri allar tríggjar bygdirnar, sum ofta undir einum verða róptar í [[Gøta|Gøtu]].
 
Bygdin við Gøtugjógv hevur frá gamlari tíð verið ein savningarstaður fyri bygdirnar í gomlu Gøtu kommunu, og ber hon navn eftir gjónni, ið liggur beint sunnanfyri bygdina. Í 1890 varð skúli bygdur har, og hevur kommunali skúlin hildið til har síðan við útbyggingum í 1929, 1974 og í 2010.
 
Studentaskúlin í Eysturoynni húsaðist í gomlu skúlabygningunum við Gøtugjógv, áðrenn flutt varð inn á Kambsdal í 1989. Í dag ganga børn í 4.-7. flokki úr allari Eysturkommunu í skúlanum við Gøtugjógv.
 
Áður hava eisini bankar og sparikassar havt deildir í bygdini. Bygdin er eisini prýdd við eini vakrari viðarlund omanfyri bygdina, og er eisini ein miðdepil fyri mentan við Losjuni, og fyri trúar- og samkomulív við nýggju [[Gøtu kirkja|Gøtu Kirkju]], ið varð vígd í 1995, og Filadelfia, samkomuhúsinum hjá [[Brøðrasamkoman|brøðrunum]].
 
==Keldur==