Munurin millum rættingarnar hjá "Steinkópur"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Phoca vitulina}}
No edit summary
Linja 5:
Steinkópur hevur ikki lagt í [[Føroyum]] síðan í 1800-talinum. Hóast Steinkópurin ikki hevur lagt undir Føroyum í langa tíð hevur hann verið sæddur her um leiðir við jøvnum millumbilum. Í 1963-1967 vóru skotpremiur latnar fyri kóp. Tá komu nakrir undirkjaftar av steinkópi úr Suðri. Í 2008 var ein nósi sæddur - somuleiðis í Suðri, men tað er ikki vist um hann er lagdur her, ella um hann er komin úr [[Hetland]]i. Í bæði 2013 og 2014 var steinkópur sæddur í [[Eysturoy]]nni. Hetta eru møguliga tekin um, at Steinkópurin er á veg aftur til Føroya. Nógvur steinkópur var undir Føroyum fyrr, men í farnu øld doyði hann út her. Umframt at steinkópur Phoca vitulina og láturkópur Halichoerus grypus ikki líkjast – steinkópur hevur eitt runt høvd mótsett láturkópi, ið hevur eitt langt trýn, so leggur steinkópur um summarið, meðan láturkópur leggur tíðliga á vetri. Steinkópanósin verður lagdur uttan tað hvíta loðskinnið, ið er so eyðkent fyri láturkópanósan, og kann tí svimja, beinan vegin hann er lagdur. Steinkópanósin sýgur mammuna í 4 vikur, eftir hann er lagdur og lívbjargar síðani sær sjálvum.

 Steinkópur leggur í mai-juni á skerjum og smáhólmum inni á sundum og fjarðum. Væl lá tí fyri at sláa steinkóp, og veðrið var til vildar hesa ársins tíð, so steinkópurin kólnaði burtur. Onkur hendinga steinkópur er tó at síggja. Vaksin steinkópur er sæddur av og á kring oyggjarnar, men tá hevur mann hildið tað verið talan um gestir úr [[Ísland]]i ella [[Hetland]]

i.
 
Steinkópur etur [[Fiskur|fisk]]. Føðin broytist alt eftir, hvat ið er at fáa, til dømis [[hýsa]], glýsingur, nebbasild, [[toskur]], [[hvítingur]], [[sild]], skrubba og reyðsprøka, harumframt ryggleys djór. Steinkópur er rættiliga støðufastur og heldur seg við útgrunnar strendur, sandgrynnur og sandriv, har hann fær ligið og sólað sær. Tað kann bera á, at nósar í vána veðri, ella tí fólk órógvar teir, villast burtur frá mammuni. Hesir nósar verða nevndir ýlarar, tí teir ýla eftir opnuni, og teir minstu koma sjáldan undan. Steinkópur látrast stutt eftir, at nósin er lagdur, og av tí at fostrið ikki fer at mennast fyrr enn 5-3 mánaðir seinni, er opnan kviðin í níggju mánaðir. Nýlagdur nósi dugir at svimja beinanvegin, hann er 70-100 cm langur, vigar 8-12 kg og sýgur mammuna í 3-6 vikur. Steinkópur er kynsbúgvin, tá ið hann er 3-5 ára gamal, og hann kann gerast 20 ára gamal. 

Í vesturstovninum undir [[Kanada]] - [[Nýfundland og Labrador]] - eru tilsamans 13.000 kópar. Tey hava gjørt upp, at í øllum stovninum í Eysturatlantshavi eru einir 70.000 kópar, av teimum eru 25.000 kópar úr tí [[Ísland|íslendska]] stovninum, sum er í minking. Við [[Stórabretland]]s strendur er ein stovnur, ið er 26.000 kópar, hann er í vøkstri. Tað, ið eftir er av steinkópaflokkinum, er skift í smástovnar fram við [[Noreg]]s strondum, [[Írland]]s, í Norðsjónum, Eystarasalti, frá [[Danmark]] til [[Niðurlond]], og nakrir fáir hundrað eru undir [[Frakland]]i. Steinkópastovnurin undir Útnyrðingsevropa hevur ment seg aftur eftir eina umfarsjúku í 1988. Tá ið uml. 20.000 steinkópar doyðu. Á hvørjum ári verða nakrir fáir hundrað steinkópar dripnir í [[Grønland]]i. Annars er steinkópur sum heild friðaður á teimum leiðum, har ið hann teikar, uttan í Íslandi og Noregi, har ið tey veiða nakað av honum t.d. til granskingarendamál, og annars við alitingarnar í Norðurhøvum. Síðan 1977 hevur allur kópur verið friðaður í Danmark.
{{Commonscat|Phoca vitulina}}