Munurin millum rættingarnar hjá "Ð"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
s Slagvilla rættað
Linja 3:
'''Ð''' (stóra '''Ð''', lítla '''ð''') er 5. [[bókstavur]] í tí føroyska [[stavrað]]num og er eisini ein av bókstavunum í íslendska stavraðnum og hevur fyrr verið brúkt í fornum og miðenskum. Á føroyskum verður hesin bókstavur nevndur ''edd''. Eitt føroyskt orð kann ikki byrja við ð, men ð kann standa mitt í einum orði ella í endanum av einum orði.
 
Á føroyskum verður ð ikki úttalað í orðum longur, tað er annaðhvørt fallið burtur (sí sømidømi niðanfyri) ella verður úttalað sum j (t.d. miðan) ella v (t.d. maður). [[V.U. Hammershaimb]] valdi at taka ð við í mállæru sína, meðan [[Jakob Jakobsen|Jakobsen, doktari,]] ikki tók tað við í sínum uppskoti til stavrað og mállæru.
 
Av tí at ð ofta er stumt á føroyskum, eru tað mong ið hava trupult við at skriva tað rætt, tí ein skal kenna reglurnar væl. T.d. skal eitt navnorð, sum stendur í hvørjumfalli, ongantíð enda við ð. Og ofta er ð einasti munur millum bundið og óbundið hvørkikynsorð í hvør- og hvønnfalli eintal. Í døminum "stykki" niðanfyri eru teir formarnir, sum trupult kann vera at skilja ímillum, skrivaðir við reyðum.