Munurin millum rættingarnar hjá "Leypár"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
'''Leypár''' er kalendaraár, sum er 1 dag longri enn hini árini, eisini nevnt skotár. Eyka dagurin verður settur inn í [[februar]], sum tá hevur 29 dagar. Tá leypár er, verður [[24. februar]] nevndur [[leypársmessa]].
 
Eitt leypár er soleiðissostatt eitt ár við 366 døgum í [[gregorianski kalendarin|gregorianska kalendaranum]] í mun til teir vanligu 365 dagarnar.
 
Eitt ár er leypár, um árstalið kann býtast við 4, men ikki við 100.; árstalið kann býtast við 400, er tað kortini leypár hóast alt. Soleiðis var ár 1900 ikki leypár, meðan 2000 var.
 
Í miðal verða av hesum 365,2425 dagar um árið, meðan miðalsólárið er 365,2422 dagar. Tað er so mikið neyvt, at tað ganga 3571 ár, áðrenn kalendarin er eitt samdøgur skeivur.