Munurin millum rættingarnar hjá "Frakland"

Content deleted Content added
Linja 44:
=== Stjórnarskipan ===
 
Landið verður stýrt úr høvuðsstaðnum [[Paris]] av forseta og fólkavaldari stjórn. Síðani 5. franska republikkin varð stovnað 4. oktober 1958 undir [[Charles de Gaulle]], hevur Frankaríki havt bæði ein forseta og ein forsætisráðharra. Forsetin verður valdur beinleiðis av fólkinum, og tilnevnir síðani forsætisráðharran og hinar ráðharrarnar. Forsetin verður valdur fyri fimm ár í senn. Valið gongur fyri seg í tveimum umførum. Til fyrra umfarið kunnu øll stilla upp. Um eingin av teimum sum stilla upp, fær meiri enn helmingin av øllum atkvøðunum, verður farið víðari til annað umfar. Men nú er tað bert tey bæði umboðini, sum fingu flestar atkvøður í fyrra umfarinum, sum standa fyri vali. Endamálið við hesi tvíbýttu skipanini er at forða fyri, at ov víðgongdar politiskar kreftir vinna valdið.
 
Síðani stovnanina av 5. republikkin í 1958, so hava tað verið tveir stórir politiskir flokkar í Frankaríki – Sosialistarnir og Republikanararnir. Og hava hesir flokkar í stóran mun skiftst um at havt valdið. Hvørgin av hesum flokkum kom víðari til annað umfar í 2017.
 
=== Samkynd ===