Munurin millum rættingarnar hjá "Andalusia"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Bandera_de_Andaluc%C3%ADa.svg|thumb|right|200px|Flaggið hjá Andalusia]]
[[Mynd:Localizaci%C3%B3n_Andaluc%C3%ADa.png|thumb|right|200px|Kort.]]
'''Andalusia''' er ein sjálvstýrandi landspartur í [[Spania|Suðurspania]]. [[Høvuðsstaður]] er [[Sevilla]]. Landsparturin fevnir um 87.600 ferkilometrar og hevur 7,4 mió. íbúgvar (2005). Nú á døgum er ferðavinnan ein stór inntøkukelda fyri Andalusia, og nógvir [[Føroyar|føroyingar]] hava hoyrt um ella enntá verið á [[Costa del Sol]] (sólstrondini).
 
== Søga ==
 
Tá ið [[maurarnir]] komu til [[Spania|Spaniu]] var Andalusia nærum oyðin. Teir fóru undir at veita vatn oman á láglendið og út um fløtuna, har teir umsíðir kundu vælta bæði [[rís]], bummull, morberjatrø og allar suðrønar fruktir. [[Arabar]] ([[maurar]]) hava sett sín dám á Andalusia, millum annað við at byggja navnframa [[Alhambra]], sum framvegis er at síggja, tó í sterkt endurskaptum formi, av tí at meginparturin av anlegginum brendi í [[1800-árini|1800-árunum]]. Andalusia var miðdepilin í [[Maurararíkinum]] í 7-800 ár, har [[Córdoba]] var mentanarmiðstøð.
 
== Landalæra ==
 
Suðuri í Spaniu er láglendið Andalusia, sum áin [[Guadalquivir]] rennur ígjøgnum. Andalusia er lýggjasti blettur í allari [[Evropa|Evropu]] (30 °C í miðal í [[juli]]). Andalusia er ein vælveltur slætti, har alskyns fruktir eru at fáa.
 
== Bøkur um lívið í Andalusia ==
 
[[Føroyar|Føroyski]] ævintýrarin og rithøvundurin [[Durita Holm]] flutti fyri nøkrum árum síðani til eina lítla andalusiska bygd, og hon hevur skrivað bókina "[[Á Smølum Andalusiskum Gøtum]]" (2003) um fólkið og lívið har, umframt [[Søga|søguna]] hjá landspartinum.
 
* [[Durita Holm|Holm, Durita]]: [[Á Smølum Andalusiskum Gøtum]] (2003). Freyja.
* [[Chris Stewart|Stewart, Chris]]: Driving over Lemons (1999), A Parrot in the Pepper Tree (2002), The Almond Blossom Appreciation Society (2006). Sort of Books.
 
== Keldur ==
 
* Den lille danske encyklopædi. Gyldendal (2005).
 
== Slóðir úteftir ==