Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

763 bytes løgd afturat ,  2 ár síðan
Tað eru otta fróðskaparsetur í Danmark, harav tað elsta er [[Københavns Universitet]]. Harumframt eru [[Aarhus Universitet]], [[Syddansk Universitet]], [[Aalborg Universitet]] og [[Roskilde Universitet]] ið øll hava fleiri fakultet, og harafturat eru [[Danmarks Tekniske Universitet]], [[Copenhagen Business School]] og [[IT-Universitetið í Keypmannahavn]], ið hava eitt fakultet.
Professiónsháskúlar ella sonevnd university colleges eru at finna kring alt landið, umframt útbúgvingarstovnar innan tónleik, list og arkitektur.
 
== Samferðsla ==
 
Vegirnir í Danmark eru bæði góðir og nógvir. Jarnbreytirnar eru eisini ógvuliga tættar, so skjótt er at koma ímillum teir ymsu landspartarnar eftir jarnbreytini. Fyri at lætta um samferðsluna hava teir bygt tvær stórar brúgvar: Lítlabeltsbrúnna og Stórstreymsbrúnna. Úr [[Keypmannahavn]] slepst við toki til tey flestu lond í [[Evropa]]. Í [[Kastrup Flogvøllur|Kastrup]] tætt við Keypmannahavn er óføra stór flógstøð. Millum teir ymsu donsku landspartarnar verður dúgliga flogið, og eisini millum Keypmannahavn og [[Føroyar]]. Ferðamannaskipini tróta heldur ikki, hvørki innansyndis ella millum Danmark og útheimin. Til [[Svøríki]]s er fartur fleiri ferðir hvønn dag, og sama er til [[Týskland]]s.
 
== Keldur ==