Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 37:
 
== Fólkið ==
[[Mynd:Population_of_Denmark_1769-2006.jpg|thumb|leftright|250px|Broyting í íbúgvatali í % frá 1769 til 2004.]]
Meginparturin av fólkinum í Danmark býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Í flestum londum í [[Vesturheimur|Vesturheiminum]] ([[Europa]] og [[Norðuramerika]]) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmark og í hinum [[Norðurlond]]um. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 2,8 % av fólkinum er arbeiðsleys.