Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

8 bytes løgd afturat ,  3 ár síðan
 
=== Innflytarapolitikkur ===
[[Mynd:COB_data_Denmark.PNG|thumb|right|250px|NettotilflytingÚtlendingar í Danmark, 2003, landabýti.]]
Aldrin áður hava so nógvir innflytarar søkt bústað í Danmark sum í 2014.<ref>http://www.dst.dk/da/Statistik/emner/indvandrere-og-efterkommere.aspx</ref> Seinastu hagtølini fyri 2014 vísa, at talið av útlendskum ríkisborgarum, ið fluttu til Danmarkar í 2014, er 64 874. Tað er hægsta talið nakrantíð yvir eitt ár. Gamla metið var frá í 2013, tá tilsvarandi talið var 56 276 fólk. Sostatt er talan um eina øking á fimtan prosent. 5401 [[Sýria|sýrar]] fluttu til Danmarkar í 2014. Tað er tríggjar ferðir so nógvir sýrar, sum í 2013, tá 1760 sýrar fluttu til Danmarkar. Men hóast tað eru flest sýrar, ið fáa uppihald í Danmark, so vísa hagtølini eisini, at flestu innflytarar koma úr londum í [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]]. Nevniliga seks út av tíggju innflytarum í 2014 komu úr einum vesturlendskum landi. Av teimum londunum er tað [[Rumenia]], ið liggur nummar eitt á listanum yvir innflytarar. Rumenia er eisini tað landið, har næstmest innflytarar komu frá samlað sæð. Hagtølini vísa, at 5171 rumenar tóku upp bústað í Danmark í 2014. Tað er ein øking á fimtan prosent frá 2013.