Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 31:
 
== Fólkið ==
[[Mynd:Population_of_Denmark_1769-2006.jpg|thumb|left|250px|Broyting í íbúgvatali í % frá 1769 til 2004.]]
 
Meginparturin av fólkinum í Danmark býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Í flestum londum í [[Vesturheimur|Vesturheiminum]] ([[Europa]] og [[Norðuramerika]]) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmark og í hinum [[Norðurlond]]um. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 2,8 % av fólkinum er arbeiðsleys.
 
Linja 54:
 
=== Innflytarapolitikkur ===
[[Mynd:Population_of_Denmark_1769-2006COB_data_Denmark.jpgPNG|thumb|right|250px|BroytingNettotilflyting, í2003, íbúgvatali í % frá 1769 til 2004landabýti.]]
Aldrin áður hava so nógvir innflytarar søkt bústað í Danmark sum í 2014.<ref>http://www.dst.dk/da/Statistik/emner/indvandrere-og-efterkommere.aspx</ref> Seinastu hagtølini fyri 2014 vísa, at talið av útlendskum ríkisborgarum, ið fluttu til Danmarkar í 2014, er 64 874. Tað er hægsta talið nakrantíð yvir eitt ár. Gamla metið var frá í 2013, tá tilsvarandi talið var 56 276 fólk. Sostatt er talan um eina øking á fimtan prosent. 5401 [[Sýria|sýrar]] fluttu til Danmarkar í 2014. Tað er tríggjar ferðir so nógvir sýrar, sum í 2013, tá 1760 sýrar fluttu til Danmarkar. Men hóast tað eru flest sýrar, ið fáa uppihald í Danmark, so vísa hagtølini eisini, at flestu innflytarar koma úr londum í [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]]. Nevniliga seks út av tíggju innflytarum í 2014 komu úr einum vesturlendskum landi. Av teimum londunum er tað [[Rumenia]], ið liggur nummar eitt á listanum yvir innflytarar. Rumenia er eisini tað landið, har næstmest innflytarar komu frá samlað sæð. Hagtølini vísa, at 5171 rumenar tóku upp bústað í Danmark í 2014. Tað er ein øking á fimtan prosent frá 2013.