Munurin millum rættingarnar hjá "USA"

Content deleted Content added
Linja 682:
|}
 
Tað fólkið, ið talar spanskt, kemur úr [[Latínoamerikanarar|Latínamerika]]: Tey fjølgast skjótt, og somuleiðis afroamerikanarar og [[Asia|ásiatar]]. Fyri 2042 verða hesi fólk stív helvtin av fólkatalinum <ref>http://web.archive.org/web/20090417195925/http://www.america.gov/st/peopleplace-english/2008/August/20080815140005xlrennef0.1078106.html</ref>. Men sambært blaðnum [[Los Angeles Times]] vísa tøl, at tað eru ikki so nógvir [[latínamerika]]nar, sum hava hug at fara norður um markið longur <ref>http://articles.latimes.com/2011/nov/15/world/la-fg-mexico-migration-20111115</ref>. Orsøkin er sambært blaðnum, at arbeiðsloysið er vorðið so stórt í USA, at tað er einki at fara hagar til. Nógvir av teimum ólógligu innflytarunum hava vanliga fingið arbeiði í byggivinnuni ella matstovuvinnuni, men júst í teimum vinnugreinunum er arbeiðsloysið vaksið nógv, skrivar blaðið. Keldurnar hjá Los Angeles Times siga, at tað er ikki bara arbeiðsloysið í USA, sum fær meksikanar og onnur í [[Meksiko]] at setast aftur. Ein onnur orsøk er, at vaktarhaldið við markið er styrkt nógv, og harafturat ræðast mong tey illa gitnu rúsevnaharkaliðini, sum ofta gera um seg á marknaleiðini. Nú [[Republikanski Flokkurin|republikanararnir]] fyrireika seg til forsetavalið í 2016, hevur spurningurin um teir nógvu útlendingarnar, sum koma ólólgiga til USA, verið eitt av umrøðuevnunum <ref>http://www.msnbc.msn.com/id/44675117/ns/politics-decision_2012/t/how-immigration-blew-rick-perry/#.TshcvGNCqU8</ref>.
 
==== Upprunafólkið ====