Munurin millum rættingarnar hjá "Athen"

Content deleted Content added
s →‎Nýggjari søga: stavast við s sambært Sprotin.fo
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Attica 06-13 Athens 14 View from Acropolis Hill.jpg|thumb|300px|Athen, útsýnið av Akropolis. Heyggurin eitur Lykavittos ella Lykabettos á forngrikskum ([[Grikskt mál|Grikskt]]:Λυκαβηττός)]]
[[Mynd:Η ΒΟΥΛΗ ΤΩΝ ΕΛΛΗΝΩΝ ΣΤΙΣ 17 ΜΑ'Ι'ΟΥ 2012..JPG|thumb|300px|Grikska parlamentsbygningurin á Syntagma Plássinum. Myndin er tikin 17. mai 2012, tá nýggja stýrið tók við, tá fíggjarkreppan leikaði harðast í Grikkalandi.]]
'''Athen''' ''(grikskt: Αθήνα; Athína)'' er [[høvuðsstaður]] [[Grikkaland]]s og størsti býurin í landinum. Athen er ein av heimsins elstu býum, sum frá skrivligum keldum kann føra sína søgu umleið 3400 ár aftur í tíðina. Har búgva (2011) 664 046 íbúgvar í sjálvum býnum<ref>[[http://www.statistics.gr/portal/page/portal/ESYE/BUCKET/General/A1602_SAM01_DT_DC_00_2011_01_F_EN.pdf Statistics.gr]</ref>, (fólkatalið var 796.442 í 2004)<ref name="Athens view">{{cite web |url=http://www.aviewoncities.com/athens/athensfacts.htm?tab=population |title=Athens Facts & Figures |first=|last=Athens Facts|work=aviewoncities.com |year=2011 [last update] |quote=796 442 |accessdate=17 June 2011}}</ref> Stórbýurin Athen við forstøðum og upplandi hevði 3.074.160 íbúgvar í 2011,<ref name="statistics1">{{cite web |url=http://www.statistics.gr/portal/page/portal/ESYE/BUCKET/General/A1602_SAM01_DT_DC_00_2011_01_F_GR.pdf |title=ΕΛΣΤΑΤ Απογραφη 2011 |publisher=www.statistics.gr |accessdate=22 August 2011}}</ref> á einum 412 km2km<sup>2</sup> stórum øki. Sambært [[Eurostat]] er Athen tann stórbýurin í ES, sum hevur 7. flestar íbúgvar og 4. flestar íbúgvar av høvuðsstøðunum í ES í 2004, tá tað búðu 4.013.368 í Athen (við forstøðum og upplandi). Athen er tann syðsti høvuðsstaðurin í [[Evropa]].
Arvurin frá tí klassisku tíðini er enn sjónligur í Athen við minnisvarðum og ymiskum bygningum, sum eru listarverk, har tað kendasta nokk man vera [[Parthenon]] á [[Akropolis í Athen|Akropolis]], sum av mongum verður hildið at vera týdningarmesta bygningsverkið í vesturlendskari mentan frá fornari tíð. Býurin hevur eisini fleiri fornminni frá rómverskari og bysantinskari tíð, og nøkur frá tí osmanniska tíðarskeiðnum. Athen hevur tveir heimsarvar, sum eru á listanum hjá [[UNESCO]] yvir heimsarvar, nevniliga [[Akropolis í Athen|Akropolis]] og Dafni Klostrið.