Munurin millum rættingarnar hjá "Tibet"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[File:Tibet in China (undisputed + other de-facto hatched) (+all claims hatched).svg|thumb|right|220px|Tibet.]]
'''Tibet''' ([[Tibetanskt mál|tibetanskt]]: བོད, [[Kinesiskt mál|kinverskt]]: 西藏) er ein landslutur í [[FólkalýðveldiðFólkalýðveldinum Kina]]. Allastaðni í landslutinum standa kloystur, og ein fjøld av fólkinum eru munkar. Landslagið í Tibet er í støðum ógvuliga vakurt, og her ganga rættiliga nógvir seyðir, jakkoksar og neyt. Hetta sæst eisini aftur í tibetanska matinum, har jakkoksakjøt, -mjólk, -ostur og -smør eru rættiliga vanlig. Tibetanski háslættin, ið fevnir um bæði Tibet, kinesiska landspartin Qinghai og partar av India, hevur nógv fjøll, men eisini stórar, slættar víddir. Miðalhæddin á háslættanum, sum viðhvørt verður nevndur ‘heimsins tak’, er hægri enn 4.500 metrar. Fleiri tibetansk tempul eru bygd inn í holur í fjøllunum. Í Tibet gerst myrkt rættiliga seint, tí Kina hevur bert eina [[Tíðarsonur|tíðarsonu]], hóast landið er so ógvuliga stórt, og tíðarmunurin millum Tibet og grannalondini beint vestan fyri markið er 2-3 tímar. Á sama longdarstigi sum Kina hevur [[Russland]] fimm ymiskar tíðarsonur.
 
Seinastu árini er tað blivið lættari og lættari hjá útlendingum at sleppa inn í Tibet, men kinesiska stjórnin broytir treytirnar hvørt ár. Fyri fáum árum síðani skuldu minst fýra við sama tjóðskapi fylgjast fyri at sleppa inn í Tibet. Í 2016 eru tó einastu treytirnar, at tú hevur galdandi visum til [[Kina]], og at tú hevur eitt serloyvi at sleppa inn í Tibet. Kinesiskir statsborgarar kunnu ferðast frítt í Tibet, men tibetanarar úr [[Lhasa]] kunnu ikki fáa pass, tí Lhasa vanliga er høvuðssætið hjá [[Dalai Lama]], tá hann ikki er í útlegd. Kinesiska stjórnin tykist halda, at um fólk úr Lhasa fara at ferðast um allan heim, kann tað gerast ein trupulleiki. Tó tykjast aðrir tibetanarar kunna fáa pass, men passið kann vera tikið frá teimum nær sum helst.