Munurin millum rættingarnar hjá "Amerikanska Sámoa"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 29:
'''Amerikanska Sámoa''' ([[Sámoskt mál|sámoskt]]<ref>http://www.malrad.fo/page.php?l=fo&Id=97&s131=S</ref>: Sāmoa Amelika ella Amerika Sāmoa, [[enskt]]: American Samoa) er eitt lítið amerikanskt oyggjaland í [[Kyrrahav]]inum. Oyggjabólkurin er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda [[Sámoaoyggjar]]nar í [[Polynesia]]. Amerikanska Sámoa er eystasta oyggin í oyggjabólkinum. [[Sámoa|Lýðveldið Sámoa]] liggur eisini í oyggjabólkinum. Amerikanska Sámoa er umleið miðskeiðis millum [[Hawaii]] og [[New Zealand]]. Oyggjarnar eru partur av [[USA]] og liggja 900 km norðanfyri [[Tonga]], 100 km eystanfyri [[Sámoa|Lýðveldið Sámoa]] og 500 km sunnan fyri [[Tokelau]].

 Amerikanska Sámoa gjørdist amerikanskt [[hjáland]] í 1899, og hevur síðan hoyrt til [[Sameindu Statirnir]], burtursæð frá styttri tíðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av [[Týskland]]i. Tá ið niðurlendingar komu til oyggjarnar í 1722, vóru tær so tætt skógvaksnar, at næstan ikki var framkomandi. Í dag eru stórir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru órørd, m.a. ''National Park of American Samoa''. Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskógar líknandi vøkstri. Skógarklædda fjallalandslagið líkist nógv tí í grannalandinum Lýðveldið Sámoa fyri vestan. Íbúgvarnir eru av polynesiskum uppruna, men eisini er ein hvítur minniluti.


 
Á Amerikanska Sámoa er fiskivinnan høvuðsvinnan; í dag er Amerikanska Sámoa tann mest framkomni parturin av [[Sámoaoyggjar|Sámoaoyggjum]], fyrst og fremst vegna fiskivinnuna. Búskaparliga er Amerikanska Sámoa tættt knýtt at Sambansríkinum Amerika og fær meginpartin av inntøkum sínum haðan.<ref>https://snl.no/Amerikansk_Samoa</ref> Hetta hevur við sær, at húskorini eru ímillum tey bestu í Osiania. Hóast Sámoa hevur heimild til at krevja inn skatt og ongar fíggjarligar skyldur hevur USA bundið seg til framhaldandi at veita Sámoa neyðuga fíggjarliga hjálp. [[Ferðavinna]]n er eisini gomul, men hendan tók rættuligt dik á seg, tá ið tann sokallaða charterflúgvingin byrjaði í [[1960-árini|1960-árinum]]. Amerikanska Sámoa er partur av USA, og fólkið, har býr, er sostatt amerikanar. Oyggjarnar hava sítt egna [[ting]] og guvernør; teir hava eitt ting, sum smíðar lógir, og ger egna fíggjarlóg. Men uttanríkismál verða umsitin í [[District of Columbia]]. Oyggjabúgvar senda umboð til [[Kongressin í USA|tjóðartingið]] í [[Washington DC]]. Gjaldoyrað, ið nýtt verður, er [[amerikanskur dollari]] (USD). Almenn mál eru enskt og sámoskt, sum er eitt polynesiskt mál.
 
== Landafrøði ==