Munurin millum rættingarnar hjá "Teldur"

Content deleted Content added
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
sNo edit summary
 
Linja 2:
Ein '''telda''' er ein (vanliga elektronisk) maskina, sum handfer dátu og upplýsingar, hon fær frá brúkarum ella forritum ella báðum. Hetta merkir fyri ein vanligan brúkara, at teldan hevur eina [[stýriskipan]] og so nøkur [[forrit]] omaná, sum hon nýtir til at loysa ymsar uppgávur við. Í fyrstuni var teldan mest nýtt sum hjálpartól til [[talfrøði]]ligar uppgávur, men í dag er hon vorðin ein partur av okkara lívsstíli og er at finna í teimum flestu umhvørvunum, til dømis í [[fartelefon]]um, [[Bilur|bilum]], ídnaðarmaskinum og øðrum.
 
Fyrstu teldurnar vórðu bygdar í [[USA]], [[Bretland]]i og [[Týskland]]i, millum 1940 og 1950. Tær vóru sera stórar, men tey seinastu árini hevur menningin gingið sera skjótt. Í dag eru teldur eisini rættiliga bíligar í mun til, hvat tær kostaðu til dømis fyri bert fáum árum síðani.
 
== Sløg av teldum ==