Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
this is Ukraine, not Russia
Ymblanter (kjak | íkøst)
Linja 62:
Russland, ið er størsta land í heiminum, er í tveimum heimspørtum ([[Evropa]] og [[Asia|Ásia]]) og er um næstan hálva [[Jørðin|jørðina]]. Av tí at veðurlagið er bítandi kalt, og náttúra og landslag eru soleiðis lagað, at ikki ber til hjá fólki at búseta seg nógvastaðni, er hetta stóra ríkið ógvuliga strálbygt. Men soleiðis er ikki allastaðni, í vestara og syðra parti er nógv fruktagóð jørð, og víða um í ríkinum eru mong steinsløg í jørðini og ovurstórt náttúrutilfeingi.
 
[[Uralfjøll]] eru mark ímillum [[Evropa|evropeiska]] og [[Asia|ásiatiska]] partin í Russlandi. Tveir triðingar av fólkinum, 100 milliónir, búgva vestan fyri [[Uralfjøll]]. Mesta fólkið í [[Evropa|evropeiska]] partinum í Russland býr í stórum býum, til dømis [[Moskva]] (høvuðsstaði landsins) og [[St. Pætursborg]] ella á víða slættlendinum fram við [[VolgaáVolga]].
 
Nógv steinsløg eru í undirgrundini. Mesti landbúnaðurin í Russlandi er eisini [[Evropa|evropeiskumegin]], fyri norðan verða dyrkað hveiti og onnur kornsløg, fyri sunnan, har lýggjari er, verða dyrkað tubbak, aldinfrukt og mangt annað.
 
Russland er tað kaldasta landið í øllum heiminum. Í mestsum øllum [[Siberia]], ið er russiski parturin í [[Asia|Ásia]], er bítandi kalt um veturin. Norðari partur eru frostmýrar. Her hevur jørðin nógvastaðni verið fryst síðan seinastu ístíð. Sunnan fyri frostmýrarnar er heimins størsti nálaskógur ([[Teiga]]), og syðri eru turru grasfløturnar, steppur, ið eru besta landbúnðarjørðin í Russlandi.
 
== Fólkið ==