Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoyar Páll"

Content deleted Content added
No edit summary
ikki rætt. Tak burtur versjón 343081 hjá 88.85.57.214 (kjak)
Linja 1:
[[Mynd:Nollsoyar PAll 50kr.png|thumb|right|250px|Nólsoyar Páll á 50 kr seðli.]]
[[Mynd:Royndin Frida.vágur.jpg|thumb|right|250px|Minnisvarði til minnis um at Nólsoyar Páll og aðrir bygdu Royndina Fríðu.]]
'''Nólsoyar Páll''' (upprunaliga '''PállPoul PálssonPoulsen Nolsøe''') (doyptur [[11. oktober]] [[1766]] í [[Nólsoy]] - [[1809]]) er ein tjóðarhetja í [[Føroyar|Føroyum]]. Páll var sjómaður, [[rithøvundur]], bóndi og bátasmiður. Í [[1804]] bygdi hann [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]] á [[Fløtan Fríða|Fløtuni Fríðu]] í [[Vágur|Vági]]. Veturin 1808-1809 gekk hann burtur við skipinum á veg heim til [[Føroyar]].
 
Nólsoyar Páll var borin í heim í [[Nólsoy]] í árinum [[1766]]. Hann var ein næmur drongur, ið fegin vildi læra, men skúlaamboð vóru eingi, og tí sat hann og lærdi seg at skriva við einum pípuleggi, og øskan á grúgvuni var fyrsta skrivibók hansara. Seinni keyptu pápin honum talvu og griffil, verður sagt. Úti í [[Nólsoy]] var nógv at síggja og hoyra hjá einum røskum smádreingi. Hinumegin fjørðin sá hann [[Tórshavn|Havnina]], og úti í fjørðinum komu handilsskipini fyri fullum seglum inn úr [[hav]]inum. Stundum komu stór orlogsfør við øgiligum kanónum og flagginum uppi stevnandi uttan av havi. Og har hevur óivað hin lítli Páll droymt sínar fyrstu dreymar um at koma langt út í stóru verð. Men so mikið visti hann, at skuldi hann fara burtur og gerast ein rættur maður, so mátti lærdómur til. Tað næsta, vit tí frætta um Páll, er, at hann er farin at ganga í skúla. Í [[Nólsoy]] var eingin skúli. Hann var tí farin til [[Havn]]ar, og tað var hjá sjálvum fútanum, at hann hevði byrjað sína skúlagongd. Tað var eitt aftrat, sum Páll visti, at skuldi hann nakrantíð hava vón um at gerast ymirmaður á skipi, so noyddist hann at læra seg siglingarfrøði. Eitt sindur av hesum lærdi hann hjá manninum, ið førdi handilsbøkurnar í [[Tinganes]]i.
Linja 11:
Á heimleiðini varð Royndin Fríða tikin av [[Stóra Bretland|bretskum]] herskipi og førd til [[Svøríki]], har hon fór á land og gjørdist vrak. Nólsoyar Páll slapp sær so yvir til [[Stóra Bretland]]s og klagaði um ta ringu viðferð, hann hevði fingið. Har fekk hann farm og skip av nýggjum og legði í havið. Men henda ferðin kom at vera hansara seinasta. Skipið kom ikki fram, og einki spurdist, hvat ið orsøkin var til tess. Fólk gittu, men einki kundu sigast við vissu. Korntunnur av skipi hansara komu rekandi til [[Hetland]]s. Tað var alt, ið spurdist frá teimum. Nólsoyar Páll og menn hansara vóru allir farnir í ta vátu grøv. Men føroyingar kundu ikki bara gloyma stórmennið Nólsoyar Páll. Og á Fløtuni Fríðu suðuri í [[Vágur|Vági]] er reistur minnisvarði um tað bragd, hann saman við øðrum útinti.
 
* Foreldur: [[Súsanna Djónadóttir|Súsonna Djónadóttir]] av [[Velbastaður|Velbastað]] og Páls í Gaðri[[Poul Joensen]] úr [[Nólsoy]].
* Bróður: [[Jacob Nolsøe]].
* [[1804]] - [[Royndin Fríða]].