Munurin millum rættingarnar hjá "Andrew Jackson"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Andrew_jackson_head.jpg|thumb|right|220px]]
'''Andrew Jackson''' ([[15. mars]] [[1767]][[8. juni]] [[1845]]) var 7. [[Forseti Sambandsríki Amerika|forseti]] í [[USA]]. Fyrstu ferð, at tann sum fekk flestar atkvøður í USA ikki eisini gjørdist forseti, var til forsetavalið í 1824. Jackson, sum seinni gjørist forseti frá 1829-1837, fekk bæði flestar atkvøður og flestar valmenn í 1824. Men hóast hann eisini fekk flestar valmenn, so fekk hann tó ikki meiri enn helmingin av øllum valmonnunum. Í 1824 vóru 261 valmenn íalt, og kravdist tað 131 valmenn til vissan sigur – Andrew Jackson fekk 99 valmenn. Til valið í 1824 vóru fýra forsetavalevni, og nummar tvey gjørdist [[John Quincy Adams]] við 84 valmonnum, nummar trý William H. Crawford við 41 valmonnum og Henry Clay við 37 valmonnum. Tá eingin fekk reinan meiriluta ásetti 12. ískoyti til amerikansku grundlógina, at tað var [[Umboðsmannatingið í USA|Umboðsmannatingið]] sum skuldi velja forsetan, og veljast skuldi millum tríggjar teir fremstu. Umboðsmannatingið so gjørdi, og valið fall á John Quincy Adams. Andrew Jackson fekk tó uppreisn longu valið eftir í 1828, tá hann vann reinan meiriluta móti júst John Quincy Adams.
 
{{Amerikanskir forsetar}}