Munurin millum rættingarnar hjá "Átrúnaður í Føroyum"

Content deleted Content added
Upptaderaði tað, at fólkakirkjan vleiv yviritin, og ikki stýrd frá Danmarkar av.
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Church_of_Viðareiði,_Faroe_Islands.JPG|thumb|right|250px|Viðareiðis kirkja.]]
'''Átrúnaðurin''' hevur ein stóran leiklut í [[Føroysk mentan|føroysku mentanini]] og føroyska samfelagnum. Í [[Føroyar|Føroyum]] eru fleiri trúarbólkar og flestu teirra eru kristnir. Umleið 83,8 prosent av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku [[Fólkakirkjan|fólkakirkjuna]] <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/fo.html</ref>, og næststørsti bólkurin, sum verður mettur at vera 11 prosent, hoyrir til [[Brøðrasamkoman|Brøðrasamkomuna]]. Restin eru smærri trúarbólkar, sum flestir eru kristnir. Tað eru fleiri enn 140 kirkjur og samkomuhús í Føroyum, og tað finst ein samkoma ella kirkja fyri hvørjar 350 borgarar.
 
Fyrstu landnámsmenn hava verið ásatrúgvandi og heidnir, tað merkir, at teir høvdu fleiri gudar og ikki bert ein gud eins og [[kristindómur]], [[islam]] og [[jødadómur]]. Høvuðsgudar teirra vóru [[Tórur]], [[Óðin]] og Froyur. Fyrsta fólk, sum vit vita um at siga hava búð í [[Føroyum]], var [[Írska Republikkin|írskir]] munkar. Helst hava norðbúgvarnir, sum tóku landið um 825, dripið teir ella rikið teir av landinum. Norski kongurin [[Ólavur Tryggvason|Ólavur Trygvason]] sendi [[Sigmundur Brestisson|Sigmund Brestisson]] til Føroya at boða [[Kristindómur|kristna trúgv]] um ár 998. Sum frá leið tóku føroyingar við kristnari trúgv eins og onnur tjóðir. Um ár 1100 gjørdust Føroyar sjálvstøðugt biskupadømi. Bispurin búði í [[Kirkjubø]], har prestaskúlin eisini var. Føroyinga átrúnaður var katólsk trúgv, áðrenn trúbót Martins Luthers.