Munurin millum rættingarnar hjá "Bilar"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 4:
Bilar eru til so mangt. Flestu persónbilar eru rúmligir og koyra skjótt borið saman við tað, teir brenna. Kappkoyringarbilar og teir dýrastu bilarnir leggja dent á ferð og maglæti. [[Porsche]] er gott dømi um marglætisbil. Hann er gjørdur í hond næstan allur, sum hann er, og er ein av vakrastu og dýrastu bilum í heiminum, t.d. 10 Porsche 918 Spyder. Kappkoyringabilar, sum t.d. [[Ferrari]], eru gjørdir at koyra skjótt og eru ikki sum aðrir bilar. Teir hava sterkar, stórar motorar, og skrokkurin er úr serliga løttum tilfari. Teir eru so lágir, at teir hava so at siga onga luftmótstøðu, og bilstjórin má tí næstan liggja niðri. 8-10 strokkar í tí øgiliga sterka motorinum gera, at kappkoyringarbilurin fer upp um 500 km/tíman. Trivaligu kringlubremsurnar kunnu minka ferðina á bilinum úr 300 km/tíman niður í 60 km/tíman eftir minni enn trimum sekundum. Dekk til kappkoyringar eru púra sløtt, tað gevur minst mótstøðu, men tey eru ógvuliga breið, so tey hava vegtak kortini. Stuttleikabilar hava stóran motor, rundað snið og vanliga bara rúm fyri tveimum fólkum.
 
Toyota er heimsins størsti bilframleiðari. <ref>http://www.oica.net/wp-content/uploads/2013/03/ranking-2012.pdf</ref> Eftir at hava verið tann bilaframleiðarin, sum seldi flest bilar frá 2012 til 2015, bleiv Toyota yvirhálað av Volkswagen í 2016.<ref>http://e24.no/bil/dieselskandalen/volkswagen-passerer-toyota-stoerst-i-verden/23911360</ref>
 
== Søga

 ==